Í Statoil vilja tey einki siga um úrslitið hjá boriskipinum "West Navigator", sum hevur borað fyri felagið í Ellida-økinum, men vælvitandi keldur siga fyri blaðnum Aftenposten, at felagið hevur funnið eina oljukeldu, sum kann vísa seg at vera ein av teimum heilt stóru.
"West Navigator" fór undir boringina tann 20. juni, og boringin verður ikki liðug fyrr enn um einar fjúrtan dagar. Undan leitingini vildu jarðfrøðingarnir vera við, at millum 200 og 300 milliardir rúmmetrar av gassi vóru í økinum, men nú tað vísir seg at vera olja heldur enn gass, verður hildið, at talan er um millum 200 og 300 milliardir rúmmetrar av olju umframt væl av gassi.
Ellida-økið er á 1200 metra dýpi í útnyrðing úr Tróndheimi. Statoil er operatørur á økinum og eigur 30 prosent av leitingarloyvinum. Hini feløgini, sum eru uppií, eru ConocoPhilips við 10 prosent-um, Norske Shell, BP og Petoro, sum eiga 20 prosent í part.
Nýggja fundið hjá Statoil kemur uttan iva norsku myndugleikunum væl við, tí herfyri kunngjørdi oljumálaráðið í Oslo, at framtíðarvánirnar í oljuvinnuni eru ikki so bjartar longur. Tað er nú heldur ikki so løgið, tí tað eru nú meiri enn tíggju ár, síðani nakað munandi fund var á norskum øki.