Stattarmunurin í Føroyum: Tíðin er komin at taka ábyrgd

Ein stórur bólkur í av føroyingum stríðist fíggjarliga, meðan ein lítil bólkur fær stórar inntøkur. Hetta skapar stattarmun og sosialar avbjóðingar. Vit mugu tryggja rímiligar bústaðir og lættari atgongd til bústaðarlán. Stigvaksandi ognargjald og hámark á leiguprísir kunnu verða ein loysn. Okkara etiska skylda er at tryggja, at allar familjur hava ráð til ein tryggan bústað.

 

Tað er ein veruleiki, at í Føroyum er ein stórur bólkur av fólki, sum stríðist fíggjarliga, meðan ein lítil bólkur fær stórar inntøkur. Hetta skapar ein ótolandi stattarmun, har arbeiðarafjøldin hevur ringa atgongd til góðar bústaðir og møguleikan at byggja síni egnu hús. Tíðin er komin, at vit sum samfelag taka hetta álvarsmál upp og finna loysnir.

 

Høgir leiguprísir

Í dag eru nógvar familjur stavnsbundnar til at gjalda høgar leiguprísir til bústaðargarkar, sum hava lagt hús undir seg við tí endamáli at leiga út fyri eina okursprísir. Hesir leiguprísir eru so høgir, at leigararnir ikki hava nakran møguleika at spara upp til síni egnu hús. Hetta er ikki einans ein fíggjarligur trupulleiki, men eisini ein samfelagsligur ójavni, sum skapar stórar sosialar avbjóðingar.

Tað er ikki rættvíst, at nøkur ríkfólk kunnu leggja fleiri hús undir seg og leggja eitt stórt fíggjarligt trýst á arbeiðarafjøldina. Vit mugu hyggja upp á, hvørji politisk stig skulu takast fyri at tryggja familjunum í Føroyum góðar bústaðir fyri rímiligar prísir, umframt møguleikan fyri at spara nakað av peningi upp. Ein av loysnunum kundi verið at innføra eitt vinnuligt ognargjald á hús sum ikki verða brúkt til familjunnar bústað, men leigað út til onnur at búgva í. Hetta hevði ikki einans minkað um spekulatión í bústaðarmarknaðinum, men eisini gjørt tað lættari hjá vanligum føroyingum at fáa ráð at seta búgv.

 

Stigvaksandi ognargjald

Ein møgulig loysn kann vera at áseta eitt stigvaksandi ognargjald, har tey, sum eiga fleiri hús enn sín egna bústað, skulu betala hægri gjald fyri hvørt hús. Hetta hevði eggjað fólki til at selja húsini heldur enn at leiga út fyri ovurstórar inntøkur, og tað hevði lætt um trýstið á bústaðarmarknaðinum. Eisini kundi tað verið ein loysn at betra um atgongdina til bústaðarlán fyri vanligar føroyingar, soleiðis at fleiri fingu møguleika at byggja og eiga síni egnu hús.

Vit mugu eisini tryggja, at leiguprísirnir verða hildnir á einum rímiligum støði. Ein møgulig loysn kundi verið at áseta eitt hámark fyri, hvussu høgir leiguprísir kunnu vera, í mun til marknaðarvirði og íbúðarstødd. Hetta hevði tryggjað, at leigarin ikki bleiv drenaður fíggjarliga.

 

Øll skulu hava ráð til bústað 

Tíðin komin at taka ábyrgd fyri tí stattarmuni, sum gerst alsamt størri í okkara samfelag. Vit mugu tryggja, at allar familjur í Føroyum hava møguleika at liva eitt trygt og støðugt lív við einum bústaði, sum tey hava ráð til. Hetta er ikki einans ein fíggjarligur tørvur, men ein etisk skylda fyri okkum øll.

Vit í Sjálvstýri vilja virka fyri eini samfelagsgóðari loysn, har allir føroyingar hava møguleika at eiga ein bústað og at liva eitt gott lív. Lat okkum saman arbeiða fyri eini rættvísari framtíð fyri allar føroyingar.

 


Sámal Petur í Grund

formaður Sjálvstýri.