Staturin yvirtekur enn ein banka

Um vikuskifti yvirtekur Fíggjarligt Støðufesti enn ein banka. Hesaferð er tað Fjordbank Mors, sum er so illa fyri, at hann megnar ikki at virka sum sjálvstøðugur peningastovnur.

Fjordbank Mors varð stovnaður í november í 2010, tá Morsø Bank og Morsø Sparekasse vórðu lagdir saman. Síðani hevur bankin baksast við stórar avskrivingar og váðamikil lán til eitt nú landbúnaðin.

Morsø Bank og Morsø Sparekasse høvdu lænt 400 milliónir krónur í sambandi við bankapakka II, áðrenn teir vórðu lagdir saman.

Umleið 13.000 partaeigarar eiga Fjordbank Mors.