Talv
Stríðið um heiður og gull er byrjað aftur. Telvarar hava glett seg um jóltíðir at sleppa at nýta kyknur og hugflog á teimum 64 puntunum. Sunnudagin varð 5. umfar telvað.
Kappingin í 1. deild fekk eitt skot fyri bógvin áðrenn beint undan 4. umfar, tá kollfirðingar tóku sítt lið úr kappingini. Men ilt er at gráta ov leingi yvir spilta mjólk, og hetta vísa serliga klaksvíkingar og vestmenningar í verki. Oddaliðini halda fram við góðum úrslitum, og nú er eingin munur millum liðini.
Skerd lið í Havnini
Ikki varð tað einans havnarmenn, sum at kalla høvdu eitt eykalið í dystinum ímóti oddaliðnum úr Klaksvík. Heini Olsen og Ólavur Simonsen vantaðu nevniliga á klaksvíksliðnum. Munurin er tó tann, at klaksvíkingar hava ein breiðan og dygdargóðan hóp. Terji Petersen og Haldur Suni Johansen – sum vanliga telva við Klaksvík 2 í 1. deild – vóru við Klaksvík 1 sunnudagin.
Hvalvíkingarnar Finnbjørn Zachariassen og Martin Brekka vóru ikki við havnarliðnum á hesum sinni, og tískil leiktu Andrias Ziska og Birgi Hansen við Havnini.
Sum væntað vunnu klaksvíkingar tryggan sigur. Martin Poulsen vann á Steintóri Rasmussen, men hinir havnarmenninir megnaðu ikki at fáa nakað stig. Martin - sum nú hevur 4,5 stig av 5 - telvaði sannførandi ímóti Steintóri.
Havnarliðið er alt ov óstøðugt til at blanda seg í toppin, meðan klaksvíkingar vísa, at teir veruliga ynskja at vinna FM-heitið nú felagið verður 40 ár í ár.
Føroyameistararnir halda kósina
Vestmenningar lata ikki Klaksvík 1 fáa frið. Eftir 3,5 - 0,5 stórsigurin sunnudagin á Klaksvík 2, eru teir fremstir saman við Klaksvík 1 við 11,5 stigum (av 16 møguligum).
Av tí at Klaksvík 1 manglaðu fólk, varð Klaksvík 2 eisini skert. Talvið millum John Rødgaard og Rana Nolsøe á 1. borði líktist leingi einum javnleiki. Men sum so ofta fyrr, megnaði Rødgaard at útnytta smáir feilir í endatalvinum og loksins vinna talvið.
Hálva stigið klaksvíkingar fingu, fekk Rani Baldursson í talvinum ímóti Jákup á Rógvu Andreasen. Í byrjanarspælinum hevði Jákup møguleikan, og tá javnleikurin varð samdur, hevði Rani greiðan fyrimun. Rani segði aftan á talvið, at hann ikki kendi seg tryggan við støðuni, tí tíðin hjá honum var um at renna undan.
Longsta talvið í dystinum endaði við sigri til Sjúrð Thorsteinsson á Rógva Dragaberg. Ein greiður sigur til væltelvandi liðið úr Vestmanna.
Klaksvík 1 og Klaksvík 2 hittast komandi sunnudag, og vestmenningar vitja í Sandavági.
Somuleiðis javnstøða í 2. deild
Oddadysturin millum Havnina 3 og Vestmanna 2 endaði 2-2. Torført var at meta um úrslitið, tí liðini tóktist rættiliga jøvnlík á pappírinum. Vestmenningar høvdu Samson Højgaard og John Jacobsen á fremru borðunum ímóti ávíkavist Regini Reinert og Sigurði Justinussen hjá Havnini. Samson vann og talvið á 2. borði endaði javnt. Á aftaru borðunum megnaðu Súni Jacobsen (remis) og Jens Ole Næsborg (vann) á havnarliðnum at fáa javnvág aftur í dystin.
Í unglingadeildini halda sandavágsdreingir fram við at hølva frá hond. Klaksvíkingar kunnu møguliga hótta vágaliðið, men tað verða helst teir úr Sandávagi, sum vinna FM-heitið í ár.