Jonhard Mikkelsen er ein av teimum, sum myndaði meirilutan í Málráðnum, ið mælti til at varðveita føroyska stavraðið, sum tað er, og ikki taka bókstavir sum c, q, z og w inn í stavraðið.
Hann vísur á, at seinastu 20 árini hava føroyingar fingið orðabøkur við umleið 600.000 leitiorðum, og eingir stavsetingartrupulleikar hevur verið. Allur tann føroyski parturin av teimum 600.000 orðunum er stavaður við føroyska stavraðnum. Hann heldur, at tað er heilaspuni, at kalla føroyska stavraðið fyri ein trupulleika.
– Sum við øllum øðrum arbeiði her á landi, vórðu kílar settir í málmenningararbeiðið longu fyri 120 árum síðan. Tvíningurin hevur verið sjónskari við hvørt og minni sjónskur við hvørt. Fyri nøkrum árum síðan tók seg upp ein áhugabólkur, sum skuldi virka sum eitt hermót at seta upp ímóti tí málmenningararbeiði, ið hevði eyðkent framgongdina nú seinastu hálvu øldina við nógvum nýggjyrðum fyri avbronglað donsk orð, við eldri orðum í nýggjum hami, við fakligum orðingum, sum høvdu verið tungar at syfta áður. Tann stevnan hevur rist málsliga hjálparloysið av okkum seinastu hálvu øldina, sigur Jonhard Mikkelsen. Og hann heldur fram:
– Roynt varð so fyri tveimum árum síðan at trygda ein vanlukkuligan kíla heilt inn í málsliga mergin, tá ið ávísir politikarar drógu spurningin inn á ting og fløktu alt upp í ein vasa. Frammanundan var tað bara vanlig ósemja, ymsar áskoðanir millum manna, nú varð tað álvarsligari, tí grasrøturnar høvdu krøkt í seráhugabólk á tingi.
– Teir skaptu ein trupulleika, ið ikki var. Teir uppfunnu ein trupulleika. Teir fløktu eitt mál, ið var greitt. Teir ætlaðu at veikja tað einasta óbroytiliga, vit hava í føroyskum, nevniliga stavraðið, og gera tað ávirkiligt fyri tilvildarligum politiskum hugburði og meiningum hjá einstaklingum. Hevði tað hent, hevði tað elvt til eina vanlukku, sum hevði fingið alt málarbeiðið út á bláman.
Sagt verður, at vit mugu síggja veruleikan, sum hann er. Er tað ikki nakað um tað?
– Hvussu vit síggja veruleikan hevur einki við stavraðið at gera. Vit hava seinastu 20 árini fingið føroyskar orðabøkur við uml. 600.000 leitorðum. Eingin hevur enn gjørt vart við nakran stavsetingartrupulleika. Eingin. Allur tann føroyski parturin av teimum 600.000 orðunum er stavaður við føroyska stavraðnum. Orðini mynda allan tann veruleika, vit eru í, og tann veruleikin talar sítt greiða mál: trupulleikin er heilaspuni.
– Hoyri politikarar siga, at stavraðið má fylgja við tíðini. Tað er júst tað, ið tað ikki skal. Tað má ómøguliga verða ávirkað av »tíðini«, eingin politisk meining, einki tíðarrák, eingin móti, ein tilflyting, EINKI tílíkt má ávirka stavraðið. Tí alt tað, ið er »tíðin« er broytiligt, »tíðin« hevur ymiskan dám, og fólkið í »tíðini« hevur ymiskan hugburð, sum fyri alt í verðini ikki má sleppa í nánd av stavraðnum. Í stavraðinum liggur myndaliga talað mergurin í málinum, okkara málsliga DNA, og tað má eingin sleppa at ávirka so hissini, tí onkur eitt skifti hevur fingið vald og heldur tað vera fikst.
– Tað ljóðar sum um veruleikin bara broytist her. Íslendingar, sum annars hava nógva meira samskifti við USA, Týskland, Spania og onnur lond enn vit, broyta ikki sítt stavrað. Orsøkin er, at teir vita, hvat ið er íslendskt, ameriskt, spanskt og annað. Júst sum vit vita tað. Eingin fremmandur stavur sleppur inn í teirra stavrað, tí tað er gjørt til íslendskt og ikki onnur mál. Júst sum vit gera. Okkara stavrað er til okkara mál. Og vit læra tíðliga nógv onnur mál, og har venja vit eygað at síggja c og q og aðrar stavir úr øðrum málum. Børnini læra danskt tíðliga og enskt og summi týskt og seinni fransk og spanskt. Ymisk mál við ymsum stavrøðum, sum vit læra so hvørt. Stavraðini hava ongantíð verið trupulleiki.
– Harumframt hevur føroyskt eina stavraðan (alfabetisering) umframt, ið ger tað heilt klárt, hvar ymsu fremmandu stavirnir standa t.d. í føroyskum orðabókum ella á bókasøvum. Her er bundið um heilan fingur.
– Tað at allar orðabøkurnar eru skrivaðar við einum stavraði, ið hevur staðið sína roynd seinastu 160-170 árini, prógvar, at tað riggar. Riggar tað, skalt tú hvørki broyta ella væla um tað.
Hví hava vit stavrað?
– Endamálið er, at stavirnir og stavsamansetingar megna at endurgeva øll ljóð í málinum. Okkara stavir megna ta uppgávuna til fulnar. Vit hava harumframt lúkað burtur ivaspurningar og gjørt stavsetingina einfaldari við ikki at taka td stavin c inn í raðið, tí tann stavurin kappast stundum við s stundum við k, so vit hava bara endurgivið c við s, tá ið hann hevur s-ljóð, og k- , tá ið hann hevur k –ljóð.
– Øll stavrøð, vit hava kannað, eyðmerkja sínar stavir. Evropeisk mál kunnu hava rættiliga ymisk stavrøð, tí málini eru so mikið ymisk. Í sambandi við øll hesi stavrøð stendur altíð: »Kortini verða hesir stavir (so verða teir nevndir) brúktir í fremmandum sernøvnum og fremmandum orðum, sum eru í okkara máli.«
– Júst sum hjá okkum. Hetta er okkara stavrað, og hesir ávísu stavir verða brúktir í fremmandum orðum og sernøvnum – sum stendur viðmerkt í móðurmálsorðabókini. Tí eitur Åge Åge í Føroyum eins væl og í Danmark. Men tað ger ikki, at vit flyta å inn í stavraðið, tí å er ikki ein føroyskur stavur. Å verður ikki føroyskur stavur, tí hann umboðar einki føroyskt ljóð. Hetta hevur einki við kenslur at gera. Sama hvussu fittur Åge er. So sleppur å ikki inn í stavraðið.
– Og so koma vit til kjarnan. Føroyska stavraðið er til føroyska málið, og eru x, ñ, q, ü, ç ä, å ikki stavir, ið umboða føroysk ljóð, so hava teir einki at gera í stavraðnum. Tað er sára einfalt. Og tað er hetta skottið, ið summi vilja hava brotið niður, men sum stórur og sannførandi meirluti í Málráðnum mælir frá at gera.
Men kunnu stavirnir verða brúktir kortini?
– At teir verða brúktir í fremmandum sernøvnum sum til dømis ?ukasz Cie?lewicz, sum spælir í B36, er í lagi, men tað ger ikki, at teir sleppa inn í stavraðið, tí okkum tørvar teir ikki. Hví? Tí vit hava longu loyst trupulleikan. z er umboðað við s, og x av ks og w við v. Og tað skerst ikki burtur, at Hector verður framborið Hektor og átti at verið skrivað við k á føroyskum. Nú er navnalóggávan so mikið lagalig, at eitur abbin Hector, so kann abbadóttirin verða stavað Hectoria – men á føroyskum eitur hon framvegis Hektoria, og rættast hevði verið at stavað hana við k, tí øll siga k. Tað stutta: vit hava ein stav, ið umboðar ljóðið, og tað ger lívið munandi lættari hjá børnum okkara, tá ið tey taka síni fyrstu fet inn í tann mangan torgreidda málheimin.
– Fremmand orð og fremmand nøvn eru í okkara máli, júst sum fremmand fólk búgva her og fremmand vøra verður seld her. Soleiðis hevur altíð verið. Og tað fer bara at vera meira og meira, tí skjótt verða stór lið av kinverjum her, og teir fara eisini at hava sítt málsliga góðs við sær, sum bretar á sinni í Vágum. Og umframt alt tað fremmanda hava vit í mong ættarlið elskað og dyrkað stavifeilir hjá tilvildarligum donskum prestum og dyrkað ørar danskar týðingar av føroyskum staðanøvum og mangt, mangt annað ófatiligt. Men alt hatta er í málinum – og eingin ætlar sær at gera nakað við tað. Einki sum helst. Viljam við w og kristina við c og alt tað, vit eru so von við.
– Vit reika ímillum fremmand mál í stovuni allar teir mongu tímarnar, sjónvarpið er tendrað. Meðan vit slurka kaffi og eta ræstan fisk og spæla við børnini fer okkurt fremmant mál ígjøgnum oyruni. Tað málið skal ikki inn í okkara stavrað. Tað er allastaðni, men har inn sleppur tað ikki.
Men hvat so við støddfrøði – x, y, z?
– Í støddfrøði og evnafrøði liva t.d. x, y, z undir liðini á øðrum symbolum sum ? ella ?. Latínsku stavirnir hava sama virði sum hini symbolini. Ikki sum stavir í okkara stavraði, men sum symbol. Tað er skilagott at brúka somu symbol í støddfrøði um allan vesturheimin, tí er so vorðið. Hetta eru symbol og styttingar í støddfrøði og øðrum grundfakum, og hava einki við føroyska stavraðið at gera. Hesir stavirnir eru symbol og styttingar fyri m.a. griksk heiti. Hesir stavir hava heilt annað virði enn vanligir stavir.
Hvussu flyta vit so fremmand orð inn í føroyskt?
– Vanliga livir eitt fremmant orð eina tíð í málinum, áðrenn vit taka tað til okkara og gera tað til okkara, laga tað eftir okkara skipan og geva tí sítt rætta pláss. Lat meg taka eitt einfalt dømi: Pizza. Italiumenn ótu pizza, meðan vit framvegis ótu knetti. Italsk pizza kom so spakuliga inn á okkara matskrá fyri einum 20 árum síðan. Nú er pizza vorðin gerandismatur, pizza verður føroyskt orð og fær føroyskt snið: pitsa. Somu ljóð, sama snið, men stavað á føroyskum. Sniðið verður skrásett sum veikt bent kvennkynsorð og verður bent í samsvari við tað: Her er ein pitsa – eg keypi eina pitsu. Soleiðis verður arbeitt heilt regluliga og miðvíst. Vit taka ikki fremmandu stavirnar inn, men orðini, hugtøkini. Vit forða ongum og læsa okkum ikki – vit geva øllum tí nýggja okkara snið og okkara dám.
Ber ikki til at hava tvey ymisk snið?
– Tað veldst um, hvat mál tú tosar um. Skrivar tú eina røðu, bræv til ein vin, á facebook, so skrivar tú júst tað, tú hevur hug til. Men eitt skriftmál er ein samskiftismiðil, sum er eintýddur. Somu orð mugu standa skrivað á sama hátt í skaldskapi, undirvísingartilfari, vísindaligum tilfari ella lógartekstum. Vit mugu halda okkum innan fyri teir karmar, ið okkara skriftmál ásetur. Tær reglurnar eru langt síðan gjørdar og virka, sum tær skulu. Reglurnar er gjørdar til tess, at misskiljingar ikki skulu stinga seg upp.
Ber ikki til at hava bæði s og c og z og tílíkt hvørt um annað?
– Nei, tað gagnar okkum ikki. Tað bara ørkymlar. Trupulleikin er loystur, og vit hava so mangt annað at dragast við í stavsetingini, at býttligt hevði verið at gruggað hetta málið og skapt uppaftur fleiri ivamál. Láni nøkur dømi, sum Marjun Simonsen nevndi í einari grein: ambulansa, avokado, bakkur, basilla, blits, bolsjevisma, elektrisitet, fasisma, gasella, gullasj, hyasint, influensa, kanselli, kekkur, kettjup, klassisisma, konsert, krem, marsjur, medisin, nasisma, offiserur, oson, penisillin, prosent, rasisma, sello, sement, sensurur, sigarett, sirkus, sirkul, sitrón, sjokuláta, skisofrenur, skora, sosialisma, sosialur, súkkla, sylindari, trapets, trukkur, tussjpennur o.s.fr. Hvussu ofta hevði tú rent teg í ivaspurningar um s-c-z-, hevði skipanin ikki verið so einføld? Hetta má eingin sleppa at broyta í óðum verkum.
Alheimsgerðin er her – skulu vit ikki fylgja við?
– Alt verður alsamt meira eins í okkara alheimsgjørdu nútíð. Tað er rætt. Øll fara at líkjast, tí hetta ógvusliga rákið svarvar av øllum serkennum og ger øll eins. Men mótrák taka seg eisini upp allastaðni til at varðveita og styrkja eyðkennini hjá tí smáa og tí heilt serliga. Nú vit hava klárað okkum øll hesi ættarlið við okkara egna og hava snikkað og fínpussað og ment og gjørt reglur og mállærur og orðabøkur og fingið alt hetta upp á pláss. Verður hugt nærri at ætlanunum hjá hesi áðurnevndu fylking, ið vil broyta alt, so ber ikki til at koma til aðra niðurstøðu enn, at tey vilja seta danska alfabetið í verk í Føroyum og soleiðis skunda undir, at føroysku serkennini hvørva.
Skal Málráðið lurta eftir politiska viljanum?
– Latið okkum gera tað greitt beinanvegin, at um hetta er kjak í tinginum ella prát um eitt kaffiborð, so er tað eitt og tað sama. Hetta er ikki eitt politiskt mál. Verður ongantíð eitt politiskt mál. Politikarar sum onnur kunnu vera samd og ósamd, men at fara við hesum málinum í tingið er fullkomiliga misskilt.
Tær allarflestu og skilabestu avgerðirnar, ið verða tiknar í hesum landinum, verða tiknar av fakfólki, har politikarar ikki røkka. Harrin havi lov og tøkk fyri, at vit ikki eru komin so langt, at politikarar leggja seg út í, hvussu fakfólk skulu hugsa. Tað er nóg ringt sum er. Vit hava alt ov nógv rættiliga fesk dømi í evropiskari søgu um, hvat tað kann enda við.
– Politikarar mugu kenna sínar avmarkingar. Gera teir ikki tað, endar alt skjótt í valdsmisnýtslu. Teir kunnu játta pening til sjúkrahús, men teir mugu ikki blanda seg upp í viðgerðir. Til almennar fjølmiðlar, men sleppa ikki inn á redaksjónirnar. Teir kunnu játta pening til at menna og fjálga um móðurmálið, men teir mugu ikki blanda seg upp í arbeiðið hjá málráðnum, tí har hava teir einki at gera. Teir kunnu smíða lógina um Málráð, men ikki siga ráðnum, hvat tey skulu siga. So nei – eg eri ísakaldur í so máta. Hetta hevur einki við løgting og tignarligu limir tess at gera.
Málið eiga vit øll – skulu summi ráða?
– Tað er púra rætt, men øll kunnu ikki sita og gera stavsetingarreglur og orðabøkur og taka støðu til fakligar spurningar. Ikki ein og hvør, sum annars dugir at tosa føroyskt, ei heldur ein einstaklingur, sum 400 aðrir einstaklingar hava valt inn á ting. Tað gera fakfólk.
Men tað heldur ein minniluti!
– Hví verður herðsla løgd á minnilutan, tá ið meirlutin er so sannførandi? 8 av 11 er ógvuliga greiður meiriluti. Imponerandi stórur meirluti, tá ið hugsað verður um, hvat ið atkvøtt varð um. Ein meiriluti, ið hevur grundað sínar niðurstøður á málfrøði og einki annað. Vóru grundgevingar, ið talaðu fyri einari aðrari niðurstøðu, so hevði hon vunnið. Men grundgevingarnar hjá minnilutanum hildu ikki. Tí var málið avgreitt. Ikki sum í tinginum. Vit skuldu ikki taka atlit til rossahandlar og næsta val og seráhugamál. Her vóru tað tey fakligu argumentini, ið hildu – einki petti annað
– Ymsir partar valdu málráðið. Tí skipaði tingið fyri. Starvsnevndina, hevur Málráðið við demokratiskum meiriluta sjálvt valt. Starvsnevndin telur 5 fólk. 8 fólk vóru samd um niðurstøðuna. Her er eingin trupulleiki. Einasti trupulleiki er, at niðurstøðan hjá meirilutanum var ein kjaftfiskur hjá ávísum politikarum. Tað kunnu vit ikki gera við, tí hetta er sum sagt ikki eitt politiskt mál.
Onkrir politikarar hava havt hug at blanda seg upp í málið, eftir at Málráðið kom við sínum tilmæli. Skulu tey sjónarmiðini ikki takast við í eina nýggja viðgerð?
– Vit hava avgreitt málið, so hví mæla til, at ráðið heldur fram at fáa í lag nýggja semju um stavraðið? Gera politikarar tað, tá ið teir hava atkvøtt eitt mál ígjøgnum í tinginum? Mál, sum viðvíkur okkum øllum? Sum hevur nógv álvarsligari avleiðingar fyri okkum enn ein hissini fremmandur bókstavur?