Steðgaðu tveimum terrorálopum undir EM

Ætlanir vóru um at fremja yvirgang til EM-endaspælið í Fraklandi

Óttin fyri yvirgangi fylti nógv undan EM-endaspælinum, sum fyri eini viku síðani endaði í Fraklandi. Orsøkin var serliga tann, at Frakland tvær ferðir undan at EM-endaspælið byrjaði, varð rakt av yvirgangsatsóknum.

 

Men sambært franska blaðnum, L’Opinion, vóru minst tvær atsóknir um at fremja yvirgang undir EM-endaspælinum steðgaðar.

 

Blaðið skrivar eisini, at ætlanir vóru um at fremja yvirgang á Stade de France meðan finalan millum Frakland og Portugal varð leikt.

 

Men tíbetur var tryggleikin í hásæti undir EM-endaspælinum, soleiðis at eingin atsókn fór fram.