Í dag, altjóða kvinnudagin, heitir Amnesty International Føroya Deild á landsstýrið um at seta tiltøk í verk, fyri at steðga harðskapinum móti føroyskum kvinnum. Í 1987 samtykti Føroya Løgting Kvinnurættindasáttmálin - CEDAW (Convention on Elimination of Discrimination Against Women). Sáttmálin áleggur heimsins londunum at basa øllum mismuni móti kvinnum og at fremja javnstøðu millum kvinnur og menn á øllum økjum í samfelagnum.
ST hevur nevndir, hvørs uppgáva er at hava eftirlit við, um ST sáttmálar verða hildnir. Tað er CEDAW nevndin, sum ger eftirmetingar, um landsins myndugleikar tryggja, at Kvinnurættindasáttmálin verður framdur í verki.
Tá CEDAW nevndin gjørdi seinastu eftirmetingarnar av viðurskiftunum hjá kvinnum í Føroyum, var CEDAW nevndin m.a. ørkymlað um manglandi lóggávu, sum hevur til endamáls at verja kvinnur móti harðskapi og manglandi hagtøl, sum lýsa útbreiðsluna av harðskapi móti kvinnum í føroyska samfelagnum. CEDAW nevndin heitti í sínum niðurstøðum á Føroyar um at styrkja arbeiði við hesum sera álvarsliga trupulleika og at seta í verk eina heildarætlan, har landsins myndugleikar arbeiða saman fyri at steðga harðskapi móti kvinnum
ST metir, at triðja hvør kvinna í heiminum hevur verið fyri harðskapi. Harðskapurin er oftast framdur av mannliga partnaranum hjá kvinnuni. Harðskapur móti kvinnum hevur sera álvarsligar avleiðingar ? bæði fyri kvinnuna sjálva, familjuna og samfelagið.
Vit vita ikki, hvussu umfevnandi trupulleikin við harðskapi móti kvinnum er í Føroyum. Talið av vitjandi og áheitanum til Kvinnuhúsið benda tó á, at støðan neyvan er frægari í Føroyum enn í okkara grannalondum. Niðurstøðan hjá CEDAW nevndin í fjør var, at tað als ikki verður gjørt nóg mikið í Føroyum fyri at basa harðskapi móti kvinnum.
Amnesty International Føroya deild, heitir á politikarar og landsins myndugleikar um at taka niðurstøðurnar hjá CEDAW nevndini til eftirtektar.
Tað er skyldan hjá landstýrinum, løgtinginum og myndugleikunum at syrgja fyri, at ásetingarnar í Kvinnurættindasáttmálanum vera framdar í verki og at steðga harðskapinum móti kvinnum í Føroyum.