Steðgið ætlaðu útbyggingini av kirkjugarði á fríøki

Mánadagin í páskavikuni vóru ófrættatíðindi á heimasíðuni hjá Vága Kommunu.

Kirkjugarðurin skal útbyggjast vestureftir og takast skal av økinum oman móti ánni, Sjóberinum og sandinum. Eftir myndini hjá kommununi tykist ætlanin sera víðfevnd – soleiðis at skilja, at sera væl frágingna, prýðiliga slætta, breiða økið – har nógv børn, familjur, eldri fólk og onnur við hava havt stóra gleði av – nú verður tikið burtur og einans ein smøl ál verður eftir.

 

Tað haldi eg – og fleiri við mær – vera sera harmiligt! Tað eru ikki nógvir møguleikar hjá børnum at spæla á tílíkum økjum í dag og økið er ein fragd fyri bygdina og bygdafólkið og eisini tey nógvu ferðafólkini, ið vitja okkum.

 

Hesi ófrættakendu tíðindi komu óvart á flestøll í bygdini. Mótmælt hevur verið ímóti útbygging í mistaðarøkinum fyrr. Tá var talan um at byggja eystureftir (niðan móti bygdini), har 183 borgarar gjørdu vart við sína ónøgd um at máa burturav økinum, sum er ætlað til trivnað og hugna hjá øllum borgarum – ungum sum eldri. Tann ætlanin var so slept, men fáur – um nakar – hevði væntað, at kommunan so fór at fara eftir sjálvari ímyndini av Sandavági: perluni við ánna, Sjóberið og sandin!

 

Eingin hoyring

 

Eingin hoyring hevur verið – hvørki almenn ella partshoyring av t.d. grannum og kirkjuráði. Tað eru annars fyrisitingarreglur, ið fyriskriva, at ein tílík bygging ikki kann fara fram, tá lógir landsins ikki eru hildnar.

 

Eisini kirkjuráðið átti sambært reglugerð hjá kommununi at verið hoyrt. Tað eru tey ikki. Reglugerðin fyriskrivar, at skal hon broytast, skal Føroya Stiftsstjórn góðkenna tað. Orsøkin er, at viðurkent verður, at tað fyrst og fremst eru kirkjuligu myndugleikarnir, ið varða av fyrst og fremst kirkjuni, men eisini kringumstøðunum s.s. kirkjugarðinum.

 

Manglandi hoyring er so grovt brot á fyrisitingarreglurnar, at tað hetta hevur við sær, at avgerðin hjá býráðnum (um nøkur avgerð finst), er ógyldug.

 

Økið er frílendi

 

Býráðið árini 2016 – 2020 við Eyðdis H. Niclasen sum forkvinnu var so mikið framskygt og hevði tílíkt fyrilit fyri borgarum og náttúru, at økið, ið nú skal byggjast á, varð útlagt sum frílendi í byggisamtyktini. Býráðið orðar seg í avtalu við landsstýrismannin í byggi- og býarskipanarmálum soleiðis: “Frílendi t.e. bøur og lendi, ið ikki má byggjast á. Lutvíst eru tað lendi, ið løgd eru av til varðveitingar av náttúru, fornminnum o.t. og til at fríðka um bygdina og gera hana dámligari at búgva í”.

 

Undanfarna býráð og hesi, ið nú sita, hava tó at síggja til ongar ætlanir um at halda landsins lógir og heldur ikki at virða egnu byggisamtykt – sum tey annars krevja av øllum borgarum!

 

Fjøran er friðað

 

Formaðurin fyri Náttúrufriðingarnevndina fyri Vága Sýslu hevur upplýst, at økið, byggjast skal á, enntá er eyðmerkt sum fjøra, og at tá er økið friðað!

 

Tilbúgvingarspurningurin

 

Tá koyrivegurin vestanfyri kirkjuna nú verður tikin burtur, slepst sjálvandi ikki við sløkkiliðsbili til kirkjuna haðani. Møguleikarnir hjá tilbúgvingini at koma framat kirkjuni versna munandi við hesi loysn. Tá nógv fólk er í kirkjuni, eru sjálvandi eisini nógvir bilar rundanum – og tá slepst als ikki framat hjá t.d. sløkkiliðsbili. Spurningurin er tí, um kirkjan tá yvirhøvur kann rúma so nógvum fólki sum nú – ella talið má avmarkast!

 

Umhvørvisgóðkenning

 

Ein kirkjugarður hevur so serligt endamál, at neyðugt er við umhvørvisgóðkenning. Tryggjast má, at øki, ið liggja tætt uppat, ikki verða ávirkaði neiligt umhvørvisliga. Her er vert at hava í huga, at áin, har børn hugna sær við svimjing, tunnuflakum o.ø., nú kemur at liggja bert fáar metrar frá kirkjugarðinum.

 

Annars er áseting um, at ikki kann byggjast nærri á, enn 300 m.

 

Nú mugu landsmyndugleikarnir traðka til

 

Sum skilst hava fleiri borgarar biðið um innlit hjá Vága Kommunu í hetta mál. Eingin innlitsumbøn er tó viðgjørd enn – og arbeiðið er longu byrjað! Sjálvan páskaaftan vóru stórir arbeiðsbilar og settu av arbeiðsamboð og -skúrar á økið.

 

Eisini aðrir avvarðandi myndugleikar eru gjørdir varugir við málið – s.s. eftirlitsmyndugleikin Kommuna Eftirlitið, kærumyndugleikin í lendismálum Føroya Kærustovnur, Umhvørvisstovan, ið varðar av umhvørvis- og náttúruvernd og Náttúrufriðingarnevndin fyri Vága Sýslu. Hesir stovnar hava tó ikki havt høvi at viðgjørt málið enn, tí páskafrí hevur verið.

 

Landsmyndugleikarnir mugu gera nakað við hetta málið, nú tað er vorðið alment. Tað kann væl ikki vera soleiðis, at borgarar skulu verða noyddir at biðja um steðgandi virknað ella fútabann at fáa landsins lógir hildnar!

 

Mótmælisinnsavnan

 

Mótmælisinnsavnin er sett í verk á skrivunder.net.

 

Leinki: https://www.skrivunder.net/varveiti_livi_i_bygdini_-_stegi_atlau_utbyggingini_av_kirkjugarinum_i_sandavagi 

 

Eisini ber til at skriva undir mótmælið í Bartalsstovu. Mótmælið verður latið Vága Kommunu.

 

Steðgi ætlanini

 

Eg fari at heita á sitandi býráðslimir um at steðga hesi ætlanini og finna nýggja nøktandi staðseting til kirkjugarð, ið ikki er til ampa fyri borgararnar. Borgarafundur eigur at vera um málið og allar fyrisitingarligar mannagongdir mugu fylgjast. At fara fram á ein hátt, ið ikki er í samsvar við galdandi lóg, hevurí síðsta enda við sær, at kommunan gerst endurgjaldsskyldug!

 

Málið hevur ikki tílíkan skund, at tað er bráðneyðugt at seta grabban í her og nú. Er arbeiðið fyrst byrjað, er skaðin longu hendur, og hann bøtist illa aftur!

 

Nei, latið børnini og ungdómin, ung sum eldri, eiga hetta fríøkið í frið og náðum! Vit sandavágsfólk eru so eym og errin av økinum, ið fólk bæði her heima og úti í heimi øvunda okkum fyri vakurleika og framskygdan estetiskan prýðleika.

 

Náttúruna hava vit til láns frá okkara eftirkomarum og eiga vit at lata okkara eftirkomarar hava somu sømdir til náttúruatgongd, ið vit sjálvi hava havt, ber tað á nakran hátt til.

 

Áheitan mín á verandi býráð skal vera, at tey nú vísa seg eins framskygd sum býráðið, ið ásetti, at henda avbera vakra náttúruperla eisini fyri okkara eftirkomarar skal vera verðandi órørt frílendi til fríðkan og trivnað hjá okkum øllum – og syrgja fyri at byggisamtyktin verður hildin!

 

Avrit er sent øllum býráðslimum, landsstýriskvinnuni í byggi- og býarskipanarmálum og landsstýrismanninum í kirkjumálum.

 

 

 

Maria Jacobsen