Stefan skoraði klassamál

HB sigurin í Runavík ber við sær, at tað nú eru seks stig frá HB og aftur á fjórða plássið

Tað var stórur munur á, tá ið NSÍ í góðveðrinum í kvøld hevði vitjan av HB. Gestirnir vóru væl upplagdir og spældu seg til nógvar málmøguleikar.

 

Úrslitið var 2-0 til HB, sum var frammanfyri 1-0 eftir fyrra hálvleik.

 

Sammett við tey bæði ovaru á støðutalvuni – KÍ og Víking – so hevur HB havt ilt við at umseta málmøguleikar til mál, og soleiðis var tað eisini í kvøld. HB hevði bóltin nógv størsta partin av tíðini, men havnarmenninir vóru leingi ikki nóg neyvir, og Tórður Thomsen í NSÍ málinum bjargaði fleiri ferðir rættiliga væl.

 

Sum so mangan fyrr í ár, so varð mál skorað ímóti NSÍ í síðsta minutti undan steðginum. Talan var um rimmar mál úr stórari fjarstøðu. Stefan Radosavljevic sendi bóltin heilt upp í málkrókin. Hetta var áttanda málið í ár hjá Stefani, sum er HB toppskjútti.

 

Longu sjey minuttir eftir steðgin økti HB um munin til 2-0. Tað var við brotssparki, sum tað varð bríkslað fyri, tá ið Adrian Justinussen í góðari støðu varð rendur um koll. Daniel Johansen var tryggur úr ellivu metrum. Daniel hevur skorað tvey mál – bæði við brotssparki.

 

Merkisvert var tað, at Samuel Johansen Chukwudi, sum síðstu mánaðirnar hevur verið í belgiskum fótbólti, í kvøld var á listanum hjá HB. Hann varð skiftur inn, tá ið eitt korter var eftir.

 

NSÍ spældi seg til møguleikar bæði undan steðginum og sum seinni hálvleikur leið, men tað eydnaðist ikki at skora.

 

HB er á triðja plássi við 25 stigum, og tað eru seks stig aftur til B36, sum er á fjórða plássi.

 

Leygardagin fær NSÍ vitjan av Víkingi, og leygardagin fær HB vitjan av KÍ.

 

-

 

NSÍ – HB 0-2 (0-1)

 

0-1: Stefan Radosavljevic 45.+1.

 

0-2: Daniel Johansen br 52.

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

NSÍ: Tórður Thomsen – Meinhard Debes Geyti, Einar Tróndargjógv, Atli D. Petersen – Pætur Hentze, Mórits Heini Mortensen, Betuel Hansen, Jógvan Højgaard, Pætur Turiðarson Skipanes – Klæmint A. Olsen, Hans Marius Davidsen

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Ási Dam, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – Adrian Justinussen, Heðin Hansen, Dan í Soylu, Ári Mohr Jónsson – Stefan Radosavljevic, Pætur J. Petersen