Stefan við B36 í Europa

TB toppskjúttin fer nú saman við nýggju liðfeløgunum í B36 at fyrireika seg at spæla í Europa

Tað hevur ljóðað í eina tíð, og nú er tað púra vist. TB toppskjúttin Stefan Radosavljevic flytur nú norður til Havnar og B36.

Í gjár var hann fyri síðstu ferð – í hesum umfarinum – á TB liðnum, sum tapti 3-1 á útivølli ímóti Víkingi.

 

Góðar keldur í B36 vita at siga, at tað longu í dag ella í morgin verður kunngjørt, at Stefan Radosavljevic nú verður B36  spælari. Hann er á listanum við B36 spælarum, sum skulu spæla í Europa League. Fyrsti dysturin verður í Norðurírlandi ímóti Crusaders FC týsdagin 3. juli.

Talan er í fyrsta umfari um sáttmála, sum bindur Stefan Radosavljevic og B36 at hvørjum øðrum í hálvtannað ár.

Í TB hevur Stefan verið sjálvskrivaður millum teir fyrstu ellivu. Í B36 skal hann kappast við Michal Przybylski og Brian Jakobsen um fremsta plássið. Brian var sjálvskrivaður nógvu tær fyrstu ferðirnar. Næstsíðsta sunnudag spældi hann bara fyrra hálvleik, tá ið B36 vann 1-0 á útivølli ímóti TB, og síðsta sunnudag loysti hann Lukasz Cieslewicz av seks minuttir undan leikloki, tá ið tað ímóti NSÍ í Gundadali endaði 1-1. Tá var Michal Przybylski fremsti maður.

18 ára gamli Stefan Radosavljevic var í 2017 og 2018 fastur maður á samanlagda liðnum hjá Suðringum, og higartil í ár hevur hann verið millum stuðulsspælararnar hjá TB. Hann hevur hann skorað sjey mál – seks í landskappingini og eitt í steypakappingini.