Steinaldarporno

Týskir fornfrøðingar hava funnið tvær 7200 ára gamlar leirmyndir, sum ímynda ein mann og eina kvinnu, sum hava samlegu, og sambært blaðnum Der Spiegel eru hetta teir elstu lutirnar av hesum slagnum, sum til eru.

Harald Stauble, ið er fornfrøðingur á fornfrøðisavninum í Sachsen, fann myndirnar, og hann sigur, at annaðhvørt hava maðurin og kvinnan samlegu, ella er talan um eitt ella annað slag av dansi, men sjálvur heldur hann tað fyrra vera tað mest sannlíka.