Steingrim Kristoffersen: Gjørdist húsmaður 12 ára gamal

Í seinna parti av frásøgnini hjá Steingrim greiðir hann frá lívinum eftir, at pápin var gingin burtur við Neptun. Hann kom sjálvur 12 ára gamal at taka ábyrgdina sum húsmaður fyri síni sjey yngri systkin

5. partur

 

Tað vóru 3. mai 75 ár síðani, at Neptun og Nólsoy eftir øllum at døma gingu burtur. Tað var merkiliga lítið skrivað í bløðunum tá um hesa sera stóra vanlukku.

Tað verður heldur ikki skriv­að nógv um, hvussu hetta ávirk­aði lívið í landinum. Men Tinga­krossur skrivar 13. juni 1934:

“Tað átti at verið so, at fyri øllum teinkjandi fólki í Føroyum, skuldi hetta verið ein landasorg so stór, at dansur og tílíkt ikki sømdi seg, í hvussu er ikki fyrr enn ein tíð var umliðin, frá tí allir hesir fiskararnir, ið fara heimanífrá glaðir og fúsir fyri at vinna útkomuna til tey, ið heima sita, so brátt verða burturryktir. Eftir sita konur og børn og gentur við stórari sorg – tað eru sár, ið neyvan grøðast aftur. Fyrr var so, at allur dansur steðgaði, men tíverri er tað ikki soleiðis nú.”

 

Steingrim:

Minni um pápan

Eg minnist pápa sum ein, ið var væl tilpassar og nokkso fryntligur. Hann var stórur og væl bygdur.

Tingakrossur skrivar annars um pápa, at hann var víða kendur fyri sín dugnaskap, og at hann annars víða um varð saknaður av øllum, sum fingu loyvi til at koma saman við honum. Hann var prúður, friðaligur og í allar mátar ein álitismaður.

Hann var sjálvur reiðari og gjørdi avrokningar og tílíkt sum hoyrdi til. Skrivstovu hevði hann í kjallar­anum, og hon er har enn. Her er millum annað tann gamli penga­kassin hjá honum. Her er eisini ein gomul lanterna av Neptun.

Eg minnist eisini, at pápi, sum skiparar vóru vanir, gekk bygd úr bygd at biðja fólk. Um hann eisini var í Mykinesi minnist eg ikki. Men mykinesmenn vóru altíð við, tað ið eg kann minnast. Hann hevur kanska longu, tá ið teir komu heim um heystið, biðið teir at koma við árið eftir.

Nógvir av monnum, sum fórust við Neptun, høvdu verið við árini frammanundan. Teiri vóru eisini væl mannaðir hetta árið við 23 monnum. Kanska bendir hetta á, at pápi hevur verið dámdur at vera saman við. Hann fiskaði eisini hampiliga væl.

Tummas, beiggi hansara, var annars mettur at vera sera góður fiskimaður. Tummas var pápi Henry, sum aftur er pápi tann Tumm­as Christoffersen, sum vit kenna í dag, og sum eisini er ein rokari.

 

Gjørdist húsmaður

12 ára gamal

Hjá teimum einstøku húsunum var tað nú ein spurningur um at koma víðari. Umframt tað fíggjarliga var tað jú eisini alt, sum skuldi gerast í einum húsi.

Sum 12 ára gamal gjørdist eg tískil húsmaður við teirri ábyrgd, sum pápi annars vildi havt. Tað var nokk at gera. Eitt var fjall­gonga. Markið fyri at verða roknað­ur fyri mann var 14 ár. Men so søgdu teir: “Latið bara báðar koma.” Tað var eg og Kristoffur. Menn vóru lagaligir, tá ið tað var møguligt.

Eisini skuldu eplinu veltast, hoyggið skuldi inn, torvið skuldi skerast og arbeiðast. Tað skuldi eisini sópast hvønn dag, sum neytini vóru inni. So eg kann ikki minnast meg at hava spælt sum aðrir dreingir.

Eg fekk so ungur eini hús at hava ábyrgdina av, og tað havi eg enn í dag 75 ár seinni. Men eg havi eisini klárað meg millum nógvar rættar menn.

Tann næsti beiggin, Kristoffur, fór jú til Havnar og kom at vera so nógv burtur. Genturnar máttu sjálvsagt eisini taka síni tørn.

Mamma hevði arbeiðskonu, sum vanligt var tá. Tað hevði hon eisini eini 4-5 ár eftir, at pápi var deyður. Men hetta gjørdist ov dýrt, 20 krónur um mánaðin! Tað var tað frægasta, summar fingu 15 krónur. Børnini vuksu eisini til, so tað gjørdist ikki tann stóri tørvur longur fyri arbeiðskonu. Arbeiðskonurnar búðu inni og vóru sum ein partur av húskinum.

Sum tað er nógv broytt við arbeiði hjá teimum ungu. Tá ið genturnar vóru konfirmeraðar, fóru tær út at tæna. Har lærdu tær at passa eini hús. Tað var ikki tann ringasti lærdómurin. Tær lærdu nógv í teimum ymisku húsunum, tí tað vóru ordilig fólk, tær vóru hjá. Tá ið tær so giftust, dugdu tær at halda hús og eisini at læra frá sær.

 

Mammurnar

vóru hetjur

Alt gott um menninar, men eg havi altíð hildið, at tær veruligu hetjurnar, sum hava livað her á landi, eru mammurnar. Mamma var 43 ár, tá ið hon gjørdist einkja. Hon hevði eina so sera góða heilsu. Eg sá hana ongantíð vera sjúka. Hon hevði ongantíð ilt í høvdinum og beinini vóru góð. Hon gjørdist eisini 92 ár. Eg má beundra hesar konurnar.

Pápi helt Politiken og eitt ann­að danskt blað. Politiken segði mamma frá okkum. Telefon høvdu vit eisini. Hana segði hon eisini upp fyri at spara tær krónurnar.

Tá ið børnini vóru farin í song, fór hon at spinna á lítlastrá. Hon karaði eisini. Hesir karar eru fram­vegis í barn­dómsheiminum, og í teimum sæst kullan, sum tummul­in hevur sett eftir seg. Og so at binda tað hon kundi. Annars vóru tvær konur í bygdini, sum høvdu bindimaskinu, og tær plagdu at binda undirtroyggir og undirbuksur fyri fólk, eisini fyri okkum.

Nú verða klæðir blakað burtur, tá hol kemur á, ella kanska fyrr enn tað. Hetta lýsir tann stóra munin á tíðini tá og nú.

Mamma fór eins og einkjurnar tá í kolsvørt klæðir. Hon fór ikki eingong í ljósar sokkar. Tað gjørdu nakrar av einkjunum kortini, men ikki mamma.

 

Stórsinnið hjá Sámali

Annars gekk tað, sum eg minnist, væl við tí vanliga lívinum. Men eg undrist nú meira og meira yvir, at tað yvirhøvur bar til. Tað manglaði okkum ongantíð nakað. Vit høvdu eina kúgv og nakrar seyðir, men tað skuldu pengar til eisini. Tryggingin var tá betri, enn hon hevði verið frammanundan. Men pápi skyldaði pengar til sparikassan, tað sama sum aðrir.

Vit áttu 10 gyllin av jørð. Sjey í Nesinum og tríggjar í Fjallinum.

Nú máttu vit so selja tríggjar gyllin burturav fyri at gjalda skuld­ina. Sýslumaðurin Gunnar Dahl Olsen hjálpti okkum við hesum. Jørðin varð lýst til sølu í bløðunum, og vit seldu tríggjar gyllin. Sámal í Jákupsstovu segði, at “nú skal eg keypa jørðina fyri 3.000 krónur, 1.000 fyri hvørja gyllin, men um tit kunnu fáa meira fyri jørðina seinni, so skullu tit fáa jørðina aftur móti at gjalda mær hesar 3.000 krónurnar aftur, so fáa tit munin.” Kona Sámal og mamma vóru systkinabørn, báðar vóru úr Hvalvík.

Tað gingu so nøkur ár, tá seta vit aftur jørðina til sølu. Tá er tað ein annar maður, sum bjóðar kr. 7.500 fyri jørðina. Vit fingu so hesa upphædd og lótu Sámal sítt, tá vóru 4.500 kr. eftir. Tað má sigast at vera stórsinnað. Hetta var ein beini, sum kom væl við tá.

Sámal gekk burtur stutt eftir. Hann var skipari á Vesturfarinum. Tann 23. mars 1942 fóru teir av Hornafjørðinum til Onglands at selja. Teir vóru væntaðir inn í Føroyum á vegnum, men komu ongantíð fram. Við vóru átta mans. Sjey av teimum vóru úr Vest­manna, meðan tann áttandi var úr Hvalvík. Hetta var Haldor Olaf Edvard Joensen, systkina­barn mammu. Hann var beiggi konu Sámal. Her kann vera nevnt, at Hans Jacobsen, sum fórst við Neptun, eisini var úr Hvalvík.

Eg haldi, at tað vóru einar 1.500 kr. sum vóru eftir, tá alt annað var goldið. Eg fór so ein dag í sparikassan og lat teimum 1.500 kr. Tá var slætt borð har.

 

Gamli moturin á Neptun kom at standa sína roynd

Neptun fekk sum nevnt motorin, sum var ætlaður Doru. Nú stend­ur gamli motorurin á Neptun í einum pakkhúsi í Vestmanna. Jákup Strømsten, eisini kallaður Oyra Jákup, var farin at sigla við koli við Coraliu. Við honum sigldu synirnir Severin og Kaj. Kona Jákup var eisini við.

Nú hevði Jákup fingið uppí lastina av eingilskum koli og kom á Vestmanna at selja.

Jákup visti av, at Neptun hevði skift motor. Hann kemur niðan til okkara at spyrja, um vit høvdu viljað selt honum motorin at seta í Coraliu. Vit vistu, at um motorurin ikki varð seldur, so bleiv hann standandi, til hann eina ferð varð burturbeindur. Jákup segði, at fekk hann motorin, skuldu vit fáa tvey tons av enskum koli afturfyri. Tað var ikki so galið, tí motorurin var so lítið verdur, og tvey tons av koli var til eitt ársforbrúk.

Mamma spurdi so Gunnar Dahl Olsen, hvat hann helt. Hann helt, at hetta mundi vera tað frægasta at gera. Tað var jú ikki hvør sum helst, sum kundi fáa gagn av hesum motori.

Ein góðan dag nú troppar Oyra Jákup upp við Coraliu við tveimum tonsum av koli. Tað vóru 40 sekkir. Tveir bilar vóru í bygd­ini tá, og teir koyrdu kolið til hús. Teir bóru kolið inn í fjóskjallaran og stúrtaðu kolið úr sekkunum.

So var at fáa motorin umborð. Coralia lá har við brúnna hjá Ólavi á Heygum.

Tað var langt niður á dekkið. Motorurin mátti takast sundur væl og virðiliga fyri at fáa hann umborð. Eg fór so oman at hyggja at teimum. Dreingirnir hjá Jákupi knúlvaðu við motorin. Teir vóru so ótrúliga hegnigir og dugdu so væl at arbeiða. Eg var so hugtikin av hesum monnum. Gamli var eisini við, men tað vóru teir báðir, ið gjørdu arbeiðið.

Eg hugsaði, at tað verður ringt hjá teimum at fáa settan motorin saman aftur, sum hann var komin umborð í stykkjum.

Men eina ferð kemur Coralia aftir við koli, og motorurin gekk sum klokkan. Hann stóð fleiri ár í Coraliu.

Vit kunnu bert rósa Oyra Jákup. Ein onnur søga um hann er, at tá ið sjómansheimið í Havn varð bygt, lat hann sandin ókeypis.

Coralia endaði vist sínar dagar í Gøtu sum sandbátur við Oddfríð Gregersen sum skipara.

 

Meslingarnir

Í desember 1935 var tann kenda meslingagrindin í Gøtu. Mesling­ar gingu í Gøtu, og grindamenn úr nógvum bygdum bóru smittuna við sær til heimbygdina. Nógv blivu sjúk og fleiri doyði.

Heima hjá okkum blivu øll systk­ini sjúk. Sjálvur bleiv eg sera ringur og fór so illa at bløða næsa­blóð, sum var vanligt við meslingum. Mamma hevði úr at gera at passa okkum hesa tíðina. Hon bleiv ikki sjúk. Mamma hevði havt meslingar sum lítil í Hvalvík. Hetta kom okkum til góðar í hesum førinum.

 

Hýsuævintýrið

Tað hevði einki verið at fiska í langa tíð, í hvussu er her hjá okkum. Men so knappliga í 1936, tá kom hýsan. Hýsa hevði ikki verið at fingið her á okkara leiðum, tað menn vistu um.

Ein dagin, táið eg var 14 ár, stóðu ein dagin nakrir mans undir einum húsum. Teir vóru abbi mín Grækaris, Kristoffur, sonur hansara, og Fjarða Pól, ein eldri maður. Eg fór at lurta. Tá fortelur Kristoffur, at hann hevur hoyrt niðri í bygdini, at saksuningar høvdu fingið hýsu á snøri. Hann sigur eisini, at fæst hýsa á snøri, so fæst hon betri á línu. Hann tekur aftur í aftur, at “eg veit einki um at hýsa hevur verið at fingið her um okkara leiðir í mínari tíð.” Tá var hann mitt í 60-unum. Tá svarar abbi til, hann var tá 87 ár: “Jú eg minnist væl hýsu á sandbotninum fra Saksun vestur á Dalarnar.” Kristoffur svaraði til, at hann mintist ikki hýsu á sandbotninum, men hann mintist tosk. Tá segði Kristoffur: “Eg eigi eitt sindur av línu og fari beinan vegin at seta hana í stand, so fara vit til útróðrar.”

Eg fari so við. Tað varð nógv hýsa at fáa, og hon kom at standa víða hvar á sandbotni eisini aðra staðni. Hýsan kom fyrst í mai og bleiv standandi til ólavsøku. Hetta vardi til mitt í 60-unum, tá bleiv hýsan burtur. Men hon bjargaði fólkinum her í bygdini tá. Eg veit ikki, hvussu tað hevði verið vorðið, um hýsan ikki var komin beint uppundir kríggið. Eingin livdi bara av útróðri, sum hann var. Menninir, sum sigldu, vóru jú uppá seg fáir í tali undir krígnum. Hetta gjørdi tað ikki lættari.

Nettup hesi fyrstu árini var trolaraflotin so stórur sum ongantíð. So merkiligt kundi tað vera.

Fyrstu árini varð hýsan sera smá. Hon varð saltað í tunnur til egið brúk. Prísur fekst ikki fyri hana, bert 5 oyra pundið. Vit avreiddu eitt sindur, men tað loysti seg illa. Saltað hýsa var fínur matur. Men tá vóru fólk heldur ikki so kræsin sum í dag! Ì dag vildi saltað hýsa ikki verið søluvøra.

Í 1939 fara skipini at taka hýsu at sigla niður til Aberdeen at selja. Tá hækkaði prísurin so spakuliga. Eg minnist, at í 1941 kemur William Martin inn á Vestmanna, og teir vildu keypa hýsuna fyri 60 oyru kg. Tað var ein veldigur prísur. Tá fór maður av húsi at fiska hýsu!

 

Tímalønin 20 oyru

Eg gekk í privatskúla. Barna­heimið, sum tá var í Vest­manna, fekk sær skúla í missións­húsin­um. Har komu so fleiri onnur at ganga. Ingebeth Højgaard var lærari hjá okkum. Tann dagin eg fylti 14 ár, tók eg í hondina á Ingebeth og takkaði henni fyri tíðina og fór úr skúlanum.

So fór eg til Jákup hjá Póli, hann var pápi Poul Hansen, sum gjørdist kendur heilsølumaður og reiðari í Havn. Hann hevði handil, har hann eisini keypti og turkaði fisk, eisini útróðrarfisk. Hann átti í onkrum skipi.

Jákup var blíður og tíður og spurdi: “Nú gamli, hvat sigur tú?” “Jú, eg ætlaði at spyrja, um eg ikki kundi sleppa at arbeiða fisk hjá tygum.” Tað var leyst og liðugt beinanvegin. Og lønin segði hann vera 15 oyru um tíman, og teir, sum eru raskir, fáa 20 oyru um tíman.

Hetta var ikki so galið. Tá ið eg gekk niðan aftur, segði eg við meg sjálvan, at nú skuldi eg royna at vera so raskur, at eg kom at fáa 20 oyru um tíman.

Jákup var góður arbeiðsgevari. Vit fingu avroknað eina ferð um vikuna, hetta var ikki vanligt tá. Eg fái so avrokning eftir fyrstu vikuna. Tað vísti seg, at eg hevði fingið 20 oyru um tíman. Tá var eg erpin!

Eg var so í fiski hjá Jákupi, til eg fylti 17 ár. Hetta var strævið, tað var jú eisini so nógv at gera heima.

 

Slapp við trolara

So eg helt, at tað kundi verið stuttligt at farið til skips við onkr­um. At arbeiða fyri 20 oyru um tíman gjørdist ov lítið í longdini.

At fara við slupp segði mær ikki so nógv, inntøkan var eisini so lítil. Men tá vóru trolararnir byrjaðir at koma. Nakrir vóru komnir fyrst í 30-unum, men teir flestu komu í seinnu helvt av 30-árunum.

Eg visti, at inntøkan við trolar­um var so nógv meira. Har mundi inntøkan liggja um einar 500 kr. fyri eina last av saltfiski, sum tað vanliga tók tveir mánaðir at fáa. Hetta var hildið at vera gott, tí tað var nærum eins nógv, sum teir fingu við sluppunum fyri árið. Dreymurin var at sleppa við einum trolara, men eg tordi so illa at fara at tosa við nakran av hesum monnunum.

Reiðariið Uvak fekk Norð­stjørn­una í 1938, og í 1939 fingu teir tann eitt sindur størri trolaran Norðbúgvan. Eg hugsaði bert um at sleppa við einum av hesum trolarum.

Ein dagin í 1939 fari eg oman á kajuna. Tá møti eg sýslumannin Gunnar Dahl Olsen. Hann var ein so rættskaffin og hjartagóður maður. Gunnar spyr meg: “Nú gamli, hvat gert tú?” Nei, eg visti líka, “men eg hevði viljað sloppið til skips. Og hevði eg bara sloppið við einum trolara.”

Eg visti, at Gunnar var so væl kendur við teir í Uvak. Odda­menn­inir vóru Leif Waagstein, Niels Mortensen og Christian Holm Jacobsen.

Gunnar sigur: “Ja gamli, nú fari eg til hús, og eg skal ringja til Uvak beinanvegin at vita, um tað er pláss fyri tær.”

Fyrrapartin dagin eftir buldr­ar úti í gongini. Tá er tað sýslu­mað­urin. Og boðini vóru góð: “Tú gamli, um tú kann vera í Havn á miðdegi í morgin, so hevur tú kjans við Norðbúgvanum.”

Har stóð eg, einki hevði eg sagt við mammu, tað hevði eg ikki torað. Eg svaraði ja, eg skal verða klárur í morgin. Tað er fínt, sigur sýslumaðurin, og so spyr hann mammu, um drongurin hevur nóg mikið av klæðum at hava við sær. Túrurin varir vist einar tveir mánaðir. “Ja,” sigur hon, “eg fái skavað so mikið frá hinum dreingjunum, at hann fær klárað seg ein túr.” Esmar Fuglø var skipari. Jakku og Gimmi hjá Gustav á Sundi vóru við. Jakku hevur fyrr greitt frá hesi sigling í Miðvikuni.

Eg møtti so upp dagin eftir, og vit fóru so avstað. Norð­búgv­in hevði verið ein túr á Suður­landi­num, og tann 12. mai fóru vit eystur eftir í Barentshavið.

 

Mánaður um

fulla last

Vit vóru í Tromsø, har vit skuldu taka kol, tann 17. mai, tjóðar­dag­in hjá norðmonnum. Esmar sigldi við ongum loðsi líka frá Vest­fjørðinum til Tromsø, so hann hevur verið væl kendur á hesum leiðum.

Tað var so sera nógvur fiskur at fáa. Hetta var sum at lossa inn á dekkið. Vit vóru bert ein mánaða um tann fyrsta túrin. Vit fóru til Vágs at landa til J.A. Godtfred, har Mikkjal Godtfred var stjóri. Lastin var full, men fiskurin var ikki umrivin, sum vanligt er við saltfiski. Hetta tók Esmar sær ikki tíð til, so nógvur sum fiskurin var. Tá tók hann heldur ikki so nógv í lastina, men kortini var hetta ein roktúrur.

Vit fara avstað aftur, og tað er líka nógv at fáa. Nú fingu vit tað manøvrera soleiðis, at vit skuldu inn í Petsamo at landa. Í dag er Petsamo ein russiskur býur norður móti Íshavinum, men tá var hann finskur.

Italienarar høvdu sent ein damp­ara upp hagar. Teir høvdu nakrar trolarar, sum eisini føroy­ingar vóru við. Teir kallaðust Katu­ma, Angiuilla, Tonnu og Gismondi.

Í Petsamo sluppu nakrir føroyskir trolarar at landa, millum hesar vit og Vesturvarði. So út aftur triðja túrin. Tað var á sama hátt. Vit fingu skjótt uppí Norðbúgvan fyri triðju ferð. Tá fóru vit heim. Nú hevði eg verið tríggjar túrar í tríggjar mánaðir. Vit vóru aftur á Vestmanna tann 19. august.

Inntøkan fyri hesa tíðina hevur verið um 1.500 krónur, og hetta var heilt óført. Hevði eg arbeitt tímaløn hesa tíðina, hevði tað givið millum 100 og 200 krónur.

Tað vóru fleiri raskir menn við, eisini av Eiði. Hesir vóru Poul Vesturdal, Gjáar Heini og Mourits í Jógvanstovu. Mourits dugdi so væl at syngja.

Nú var mitt í hoyggingartíð, og vit høvdu so nógv at hoyggja. Hoyggj var treytin fyri at hava kúgv. Tað var eisini so óhøgligt, har vit hoyggjaðu, hetta gjørdi tað ikki lættari.

Kúgvin mátti so bjargast. At missa hana fór ikki at loysa seg. So eg ringdi til Uvak og segði, at eg kom ikki við aftur. Eg mátti vera heima nú hoygging og eisini fjallið kom fyri.

 

Lív sum sjómaður

Eg havi so verið sjómaður alt lívið. Eg var sjey túrar undir krígn­um. Tað var fyrst við Norð­búgvanum í 1941 og so við í 1943 við gamla Skálaberg við gamla Mortan sum skipara.

Mammu dámdi einki, at eg sigldi, serliga eftir at Emanuel varð søkt av týskarum í 1941 og tríggir mans doyði. Av teimum vóru tveir úr Vestmanna.

Eg var við Løjtnantinum í 1944. Vit vóru lastafar hjá Stella Argus. Tað var so nógvur fiskur, at fyrst varð fiskað uppí Løjtnantin, sum so fór til markna. Síðan fiskaðu teir uppí Stelluna sjálva, sum so fór til Bretlands. Hetta riggaði væl fyrsta túrin. Næsta túrin fingu vit eina rúgva av smáum upsa. Hann var eisini gamal, tá ið vit komu til Fletwood við honum. Vit sluppu als ikki av við hann.

Eg var við einum Aberdeen trolara í 1945. Hetta var ein av hesum reyðu trolarunum, sum ofta komu inn á Vestmanna at fáa sær ein ella tveir mans, tí teimum manglaði fólk. Hetta var eitt kvett. Lønin var 1,5 pund um dagin og pundið var 22,40. Hetta gav 33-34 kr um dagin og var ein góð dagløn tá í tíðini.

Mær dámdi so væl at sigla millum teir menninar. Teir vóru sera fyrikomandi. Stóð eg til róður komu teir altíð við eini sigarett til mín. Teir meintu tað í hvussu er væl.

Tað var ikki frítt fyri, at vit fiskaðu innan fyri mark. Eina ferð, vit høvdu trolið á dekkinum, kom eitt íslendskt verjuskip fram á okkum. Skiparin setti fulla ferð á og verjuskipið aftaná. Teir skutu fleiri ávarðingarskot at fáa okkum at steðgað. Men skiparin latst ikki um vón. Tað eydnaðist íslendska verjuskipinum at fáa okkum aftur og at seta fólk umborð, meðan siglt var í fullari ferð. Tá mátti gamli taka frá. Vit vóru tiknir inn í Oyggjarnar, har skiparin fekk eina bót. Hon var tó ikki so stór, tí trolið var ikki úti, so ólógligur fiskiskapur kundi ikki prógvast.

Bjargingarútgerðin var sera vánalig. Hetta havi eg ikki hugs­að um fyrr enn aftaná. Bjargingar­belti fanst ikki. Bjargingarbáturin stóð niðri á dekkinum. Tað er heilt vist, at var brúk fyri tí, so fekst hann ikki út. Her var alt fast, boltar og tað heila.

Vit vóru á Suðurlandinum, tá ið kríggið endaði. Eg væntaði ovfarakæti av teimum. Men tað var so eiðasørt. Teir lótust ikki um vón. Hetta er mótsatt av tí, sum føroyingar upplivdu, tá ið teir vóru í Aberdeen, tá kríggið varð avblást. Tað var rættuligur veitslurómur.

 

Systkini

Um systkini annars kann sigast, at Tórálvur fór fyrst yvir til Noregs og síðan til Svøríki, har hann býr nú. Hann er verk­frøð­ing­ur og hevur arbeitt í nógvum londum. Hann fór yvir til Harry Fonsdal at arbeiða við elektrisi­tet. Ein av teimum, sum eisini fóru tá var Heini Olsen, sum eisini hevur arbeitt víða um heimin.

Tað, sum Trygvi hevur verið til sjós er, at hann hevur róð út í Grønlandi. Gunnar hevur verið nógv til sjós. Hann hevur eisini siglt saman við Røkke í Noregi.

Ingibjørg giftist ikki, men fekk eina dóttir, sum býr niðri. Hon doyði av einum ferðsluóhappi í Vestmanna.

Brynhild giftist til Vágs, og hon doyði eisini av eini ferðslu­vanlukku.

Sverri var til skips sum aðrir menn. Kristoffer arbeiddi í nógv ár hjá landsverkfrøðinginum.

Vit takka Steingrim fyri hansara sera áhugaverdu frágreiðing, sum er ein sera góð lýsing av, hvussu tað bar til at koma undan hóast slíkar vanlukkur sum hesar í 1934.

 

-----------------------

 

 

Aðrar vanlukkur

 

Vestmanna hevur verið rakt av fleiri skipavanlukkum undan Neptun. Tær sum hava kostað flest mannalív munnu vera Rutland og Dora og skulu tær nevnast her:

 

Ruthland

Jóan Magnus á Válinum keypti Rutland i 1912. Hann førdi hana til hon gekk burtur í 1916.

Skipið kom framvið Langanes 12. september og hvarv uttan nakra slóð. Menn vita, at tað var illveður miðjan september.

Menninir sum fórust vóru:

 

Jóan Magnus Olsen, skipari 38 ár,

Jákup Johannes Johannesen, 20 ár

Ívar Sigurd Hummeland, 17 ár

Hans Martin Petersen, 54 ár

Tummas Egholm, 59 ár

Jóan Pauli Haldansen, 21 ár

Vestmanna

 

Jóhannes Nielsen, bestimaður, 27 ár

Ívar Soliman Olsen, 26 ár,

Válur

 

Dánjal Magnussen, 21 ár

Jákup Mathias Nielsen, 20 ár

Adolf Jákup Nielsen, 25 ár

Magnus Hansen, 18 ár

Hans Jacob Óli Danielsen, 18 ár

Kvívík

 

Johannes Mathias Heinesen, 19 ár

Tummas Heinesen, 19 ár

Mykines

 

Dora

Dora gekk burtur í 1931. Hon var seinast sædd av Fram tann 18. september. Aftaná var eitt rættuligt ódnarveður. Tá ið teir vóru saknaðir fór Seagull tann 19. oktober av Vestmanna til Íslands at leita eftir henni, men teir komu heim aftur uttan úrslit.

 

Við Doru fórust:

Jákup Martin Egholm, flaggskipari, f. 6.11.1893, Hvalvík

Magnus Ditlev Olsen, fiskiskipari, 2.10 1907, Vestmanna

Hans Poulsen, 1. Bestimaður, f. 15.7. 1885, Eiði

Tummas Sigurd Olsen, 2.bestimaður, f. 23.11. 1907, Vestmanna

Hans M. Jacobsen, kokkur, f. 17.2. 1902, Slættanes

Jákup Martin Olsen, f. 7. 8. 1910 Vík

Dánjal Petur Olsen, f. 19.10 1912, Vík

Jákup Emil Olsen, f. 13.9.1914, Vestmanna

Kristian Magnus Egholm, f. 30.9. 1913, Streymnes

Ragnvald Hansen, f. 14.5. 1912, Leynar

Sámal Elias Samuelsen, f. 4.1. 1895, Kollafjørð

Jóhan Egholm, f. 2.6. 1908, Streymnes

Magnus Pauli Poulsen, f. 2.1. 1916, Eiði

Meinert Sommer Olsen, f. 30. 7. 1916, Vík

Jógvan Poulsen, 6.3. 1883, Vík

Viggo Christiansen, f. 2.9. 1914, Kvívík

Hjalgrim Dahl, f. 8.9 1916, Oyri

Her vóru sum so mangan nógvir serligir sorgarleikir. Kristian Magnus og Johan Egholm vóru brøður. Árið fyri var beiggi teirra Hans Jacob deyður í maskinrúminum á Slatrinum. Teir høvdu verið fimm brøður, og nú var eingin eftir. Søgan hjá teimum hevur verið umrødd í røðini Hendur ið Sleptu.

 

 

-------------------

 

 

Komandi partur

Í komandi parti verða frásagnir frá avvarðandi hjá monnum, sum fórust við Nólsoy, millum annað um teir báðar brøðurnar sum doyðu frá 21 børnum