Nógv mentanartilltøk verða á skránni á ólavsøku. Eitt av teimum er summarframsýningin, sum í morgin letur upp í Steinprenti. Framsýningin verður opin alla ólavsøkuna og hevur fingið heitið Mjørki er ljós.
Listafólkini, sum luttaka á framsýningini, eru tíggju í tali, og tey eru hesi:
Rannva Kunoy, Zacharias Heinesen, Fríða Matras Brekku, Hansina Iversen, Erik Heide, Tóroddur Poulsen, Hanni Bjartalíð, Marius Olsen, Bárður Jákupsson og Louise Aakerman Nielsen.
Fyrireikararnir lýsa framsýningina soleiðis:
- Tá vit tosa um ljós í myndum, verður annars ofta sipað til sólarljós og impressionistisku royndina at skráseta ljósárin í náttúruni, at fanga ljósbrigdi í landslagnum ella ljósbroytingar, sum vit hava so nógvar av í Føroyum.
- Summarframsýningin í Steinprenti snýr seg um ljós, ið kyknar í myndini sjálvari og leggur inn undir seg eitt spildurnýtt rúm, sum ikki hevur verið til áðrenn tað varð skapt í einum listaverki. Talan er altso um eitt abstrakt rúm. Hetta rúmið verður umsitið á sera ymiskan hátt av teimum ymisku listafólkunum, sum eru við á framsýningini.
Framsýningin er opin um ólavsøkuna hesar tíðir:
27/7 frá klokkan 9 til klokkan 18
28/7 frá klokkan 9 til klokkan 20
29/7 frá klokkan 9 til klokkan 20