Í morgin kemur djúpvatnstrolarin Steintór á Hvalba við umleið 200.000 pundum av upsa, svartkalva og kongafiski. Í gjár landaði djúpvatnstrolarin Sjagaklettur í Hvalba. Sjagaklettur partrolar saman við Vesturleika, sum landaði 180.000 pund í Sørvági í gjár.
Hendan túrin hevði Sjagaklettur umeið 160.000 pund, meginparturin var upsi og ein minni nøgd var av toski.
Djúpvatnstrolarin Steintór landar eisini í Hvalba í morgin. Steintór hevur umleið 200.000 pund. Størsti parturin av veiðini er upsi, men teir hava eisini nakað av svartkalva og kongafiski.
Partrolararnir, Breiðanes og Hamranes, sum eisini leggja veiðina upp í Hvalba, eru í løtuni úr vinnu. Ymiskt skal gerast við skipini, sum neyvan verða klár at loysa aftur, fyrr enn ein vika er farin av juni.