Mynd: Malan

Steintóra nýggj forkvinna í Prestafelagnum

Herfyri var aðalfundur í Prestafelagi Føroya.

 

Mynd: Malan

Formaðurin seinastu 14 árini, Theodor Eli Dam Olsen, sum kom í nevndina í 2008, stillaði ikki uppaftur.

 

Símun Persson Jacobsen varð afturvaldur, og Maria Jørðdal Niclasen helt eisini fram. Hon stóð ikki fyri vali hesaferð.

 

Nýggj í nevndini er Steintóra Gleðisheyg Joensen. Heri J. Joensen varð afturvaldur sum tiltakslimur.

Nýggja nevndin hevur skipað seg við Steintóru Gleðisheygg Joensen sum forkvinnu.

 

Næstformaður er Símuni P. Jacobsen, og Maria Jørðdal Niclasen er kassameistari.

Prestafelag Føroya er fakfelag prestanna í Føroyum og hevur samráðingarrættin við Fíggjarmálaráðið.

 

Mynd: Malan