Steinur datt undan Hvalbiartunlinum

Um fýra tíðina seinnapartin í dag datt ein steinur niður undan loftinum einar 100m inni í norðara enda í Hvalbiartunlinum Landsverk sigur í tíðindaskrivi í kvøld, at ein persónbilur á veg norður ígjøgnum tunnilin koyrdi á steinin.

Eingin fólkaskaði var, men bilurin fekk nakað av skaða.

Økisformaðurin hjá Landsverki í Suðuroy, Asbjørn Mortensen, upplýsir, at steinurin, sum datt undan loftinum og niður á koyribreytina í norðara enda í Hvalbiartunlinum, vigar eini 40 kilo. Hann greiðir víðari frá, at ein saltbilur hjá Landsverki, sum var úti í sambandi við kavaruddingina í dag, beint frammanundan hendingina, hevði koyrt ígjøgnum tunnilin, og tá var einki óvanligt at síggja. Stutt eftir koyrir ein persónbilur norður ígjøgnum tunnilin og á ein stein á koyribreytini.

Fólk hjá Landsverki í Suðuroy komu beinanvegin á staðið, og hava nú ruddað økið og kannað loftið í tunlinum. Eingin ábending er um annað leyst tilfar í loftinum.