Steinur oman á byrðu hjá vinnuni

Vinnan er ikki fegin um, at SEV ætl­ar at hækka el-prís­in munandi. Vinn­u­hús­ið skri­v­ar­, at ætl­aðu hækk­ing­ar­nar av el-prís­inum eru steinur om­an á byrðu hjá vinnuni, sum hevur ógvuliga trup­ult við at fáa end­ar­nar at røkka sam­an. Tað er ikki bara van­ligi borgarin, men eis­ini vinn­u­lív­ið, sum kemur at líða und­ir ætl­aðu hækk­i­ng­u­num av el-prísinum.

Seinastu tíðina eru fleiri lóg­ar­upp­skot løgd í ting­ið, har økt verður um kostn­að­ar­støðið hjá vinnu­lív­i­num. Hækk­ing­in av bars­ils­gjald­i­num, til­feing­is­skatt­ur og olju­av­gjald hava ver­ið á­­vegis sein­astu tíðina og sann­­líkt er, at fleiri av hes­um lóg­ar­upp­skotum verða samtykt av løg­ting­i­num fyri jól.

SEV hevur fyri kortum frá­boðað hækking av el-prís­inum komandi ár við 15 oyr­um, umframt at útlit eru fyri, at el-prísurin fram til 2013 fer at hækka 15 oyr­um um árið. Hetta er stein­ur oman á byrðu hjá vinn­u­lív­i­num, sum hevur sera torført við at fáa endarnar at røkka sam­an. Í heilum frættist um hús­a­gangir og uppsøgn av starvs­fólki í fyritøkum, og hetta sýnist ikki at ávirka tey, sum taka avgerðir í pol­it­isku skipanini hjá landi og komm­unum.

Føroya Ar­beiðs­gevara­fel­ag ótt­a­st gongd­ina, og Jó­han Páll Joensen for­mað­ur í felagnum sigur við heimasíðuna hjá Vinn­u­hús­i­num, »at tað er sera ør­kyml­andi, at atlit ikki verð­a tikin til vinnulívið í hes­um tíð­um, nú tørvur er á, at fjálg­að verður um tað vinn­u­lív, sum er, og ikki øvugt«.

Avleiðingin av kostn­að­ar­hækk­ing­i­num verður ser­liga stór í út­jað­ar­a­num, sum í framm­an­und­an hev­ur av­bjóð­ing­ar við skuld­ar­tung­um komm­u­num, fr­á­flyt­ing og høg­um arbeiðsloysi.

– Føroya Ar­beiðs­gev­ar­a­fel­ag heit­ir tí á SEV, kommunu- og lands­pol­i­tik­ar­ar um at um­hugsa ætl­an­in­ar um hækking av gjøld­um og prís­um, og held­ur at leggja seg eftir at betra um karmarnar fyri før­oysk­um vinn­u­lívið, skrivar Vinn­u­húsið.