Pauli í Sandagerði
Í morgin skulu tær tríggjar, Kristina, Andrea og Birita royna seg á kendum klaverfagnaði í Keypmannahavn.
Danski Steinway Klaverfagnaðurin er ætlaður børnum og ungum undir 20 ár. Ikki er sørt, at hetta tiltak er vorðið kent millum ungar klaverleikarar, og eitt gott úrslit á »Steinwayinum« hevur givið fleiri ungum fyrstu veruligu royndina í hesum spennandi tónaheimi.
Kapping?
Hetta er tólvta árið, at boðið verður til henda fagnað.
Fyrireikararnir leggja dent á, at fyrst og fremst er talan um eitt gott høvi hjá ungum klaverleikarum at hittast og spæla hvør fyri øðrum. Kortini meta teir eisini, at ein slíkur fagnaður kann eggja hesum ungu til at leggja eyka orku í at gera sítt besta ? og kanska kann hetta eisini eggja nøkrum til at fara veruliga klavervegin.
Ikki skerst tó burtur, at nakað av kappingardámi er yvir einum slíkum fagnaði. Men hetta er kortini veruleikin hjá teimum, ið velja eina tílíka lívsleið. Tú fært bert tær spennandi uppgávurnar, um tú ert betri enn »mótstøðumenninir«. Nógvar eru hugsaninar antin kapping er av tí góða ella ónda. Men hóast klaverleiðin kann gerast torgongd lívsleið, so er hesin vegur kortini ein av fáum, har gávur og arbeiðsemi enn hava eitt sindur at týða fyri úrslitið.
Undankappingar
Hóast tosað verður um undan-»fagnaðir«, so er í veruleikanum talan um undankappingar. Hesar verða hildnar um alt »ríkið«, og her verða tey hepnu vald út ? trý úr hvørjum øki.
Luttakararnir eru bólkaðir í fýra aldursbólkar. Hetta er sjálvandi neyðugt, tí hóast góðar gávur, so er ilt hjá einum tíggju ára gomlum at kappast við ein 19 ára gamlan.
Føroyska
undankappingin
var í Tórshavnar Musikkskúla fyrr í hesum mánaðinum.
Hetta var hugnalig og ikki sørt spennandi løta. Níggju hugagóðir og dugnaligir ungir klaverleikarar royndu seg, meðan spent foreldur mýktu nervarnar og álvarsamir dómarar skrivaðu niður tær lagnukendu viðmerkingarnar. Væl gekst hjá teimum flestu. Onkur var eitt sindur fjálturstungin, men ótrúliga væl eydnaðist teimum at rista fjálturin av sær, og vit fingu hópin av góðum og musikalskum upplivingum.
Legði til merkis, at bert ein drongur var millum leikararnar. Er klaverkleikur kanska vorðin eitt kvinnufyribrigdi?
Tær tríggjar
Kristina Dalsgarð er yngst. Hon er 13 ára gomul, men hevur kortini longu spælt klaver í 6 ár.
Kristina hevur áður verið við til heilar fýra Steinway Fagnaðir. Hon hevur roynt seg í tveimum aldursbólkum. Fyrstu ferð, hon var við, var hon í yngsta bólkinum (A), og tá spældi hon seg til eina 2. virðisløn.
Tónleikurin fer við nógvari tíð, sigur Kristina og eins og Andrea og Birita, so gongur hon eisini til musikteori hjá Bjarna Berg.
Tónleikurin er kortini ikki alt, og Kristina kann kalla seg Føroyameistara ? hon spælir eisini fótbólt í AB.
Eg havi fleiri ferðir hoyrt Kristinu spæla klaver. Hon er evnarík og tað, ið hugtekur meg mest, er hennara musikalska »temperament«. Lærir hon at temja henda eldhugin eitt sindur ? uttan at missa hann burtur, so hevur hon góðar møguleikar at gerast ein frálíkur klaverleikari.
Andrea á Dul Mortensen er 16 ára gomul, og hon hevur fingið klaverundirvísing í skjótt 8 ár. Hon hevur, eins og Kristina, gingið hjá ymsum klaverlærarum, men í løtuni ganga báðar hjá Jóhannesi Andreasen.
Tvær ferðir áður hevur hon roynt seg í Steinway »kapping«, og í aðrari kappingini eydnaðist henni at røkka 3. virðisløn. Eisini hevur hon roynt seg í kapping í Svøríki, so hon hevur longu royndir á økinum, hóast unga aldurin. Andrea skal hesaferð royna seg í einum »sterkari« bólki (C). Tær siga allar við ein munn, at kappingin gerast alt harðari, longur tær koma upp eftir stiganum. Klaverið er ikki einasta ljóðføri, Andrea hevur roynt, hon hevur eisini spælt floytu í umleið 5 ár, men hesum er hon givin við ? »tíverri kanska« tí klaverið er eitt sindur »einsamalt« ljóðføri.
Andrea hugsar um at fara til USA í eitt ár at ganga í High School, og hon vónar at kunna fáa undirvísing í klaverspæli, meðan hon er burtur.
Hóast ungan aldur, so er Andrea longu sera búgvin klaverleikari. Hon spælir ikki bert nakrar nótar, men hon livir seg væl inn í tónleikin og dugir væl at fáa røttu »tónarnar« fram í myndini.
Birita Johansen er 17 ára gomul og hon gongur í 2. g. í Hoydølum. Hon hevur spælt klaver í 9 ár, og eins og hinar báðar hevur hon gingið hjá ymsum lærarum ? nú er tað Stamen Stant-chev, ið leggur lag á.
Birita er ivaleyst hon, ið fær harðastu kappingina, tí hon skal royna seg í elsta bólkinum (D).
Allar siga tær um kappingina, at har er ein elita, ið møtir upp hvørja ferð. Hesi sera dugnaligu og »ambitiøsu« ungu eru ring at basa, tí tey leggja nærum alla orku í klaverspælið ? hetta er ikki enn vanligt her hjá okkum, har flest øll ung geva rúm fyri øðrum frítíðarítrivi eisini.
Birita er einki undantak í so máta heldur, hon hevur íðkað fimleik í 10 ár. Ikki er Birita millum teirra, ið støðugt veipa við ørmunum. Men tá hon spælir, er hon ikki at kenna aftur. Tá livir hon við í tónleikinum, og góður teknikkur ger hana føra fyri at halda kósini, so siglingin gerst bylgjandi tónleikur.
Hvat hevur framtíðin
at bjóða hesum ungu
Prátið við hesar ungu damur avdúkar sera vakin eygu fyri møguleikunum fyri eini nøkulunda liviligari tilveru innan tílíkt yrki í Føroyum.
Tær duga væl at skilja, at hetta krevur eitt politiskt medvit, ið røkkur út um roðslu og stert.
Allar halda tær, at støðan er bøtt munandi síðan Musikkskúlin kom, tí nú eru somikið nógv ung, ið hava broyttan hugburð til tónleik, at hetta so smátt er farið at merkjast út um sjálvt skúlaumhvørvið.
Tað er jú ikki nóg mikið at klekja eina rúgvu av tónapisum, tær skulu eisini hava eina rók at seta seg á, skulu tær fáa hug at búleikast og virka í landinum.
Hóast eingin av hesum trimum hevur nakra beinleiðis ætlan um at lata klaverið ella tónleikin gerast framtíðarbreyð, so fara vit kortini at vóna, at tær og øll hini mongu í hvussu er fáa ein bøttan møguleika í framtíðini.
Hetta er eisini eitt slag av ríkidømi.