Stella Zachariassen av Argjum, sum upprunaliga er av Sri Lanka, hevur í hesum døgum sínar málningar hangandi ymsastaðni kring landið.
Síðani hon hevði sína fyrstu framsýning í februar, hava hennara málningar hingið ymsastaðni. Málningarnir hjá Stellu eru væl umtóktir, og kemur hetta helst av, at teir eru so ymiskir. Málningarnir byggja á familju og lívið.
Um páskirnar verður møguligt at síggja hennara málningar á hesum støðum: Galleri Ribarhús í Fuglafirði, har møguleiki eisini er at bjóða uppá málningarnar, Løkshøll í Runavík, har páskaframsýningin hjá skótunum er, Oasan í Hoyvík, har páskastevna, er og málningarnir koma at hanga.
Annars eru málningarnir hjá Stellu Zachariassen sýndir fram í Kafe Kaspar á Hotel Hafnia og í Málingahandlinum við Landavegin.