Stemmuslúkar hjá Framsókn stilla ikki upp til býráðsvalið

Ruth Vang stillar ikki upp, og tað ger Karlot Hergeirsson heldur ikki.

Ruth Vang ætlar sær ikki at stilla upp til býráðsvalið í november. Tað sigur hon, nú vit á in.fo spyrja hana í dag.

 

Av tí at hon er landsstýriskvinna í fíggjarmálum, kann hon ikki røkja ein kommunustýrissess, men hon kann gott fara í farloyvi og lata sessin víðari - og tískil stilla upp fyri at fáa atkvøður til flokkin. 

 

– Tað er ikki ætlanin, so nei, sigur Ruth Vang, sum fekk 246 atkvøður til seinasta kommunuval.

 

So er spurningurin, um hin stemmuslúkurin, Bjarni K. Petersen, fer at stilla upp. Hann fekk 149 atkvøður seinast og kann tí eisini væntast at samla nógvar atkvøður til eitt býráðsval. Men tað fer hann ikki.

 

– Eg ætli mær ikki at stilla upp hesa ferð. Tað er av prinsipiellum orsøkum, sigur hann og vísir á, at tað er skeivt at stilla upp, samstundis sum man situr í landsstýrinum.

 

Ein annar, sum fekk nógvar atkvøður til seinasta býráðsval hjá Framsókn, var Karlot Hergeirsson. Hann fekk 121 atkvøður, men ætlar sær ikki at stilla upp hesa ferð.

 

– Eg haldi ikki tað er rætt, at man er í kommunalpolitikki og í løgtinginum samstundis, sigur hann við in.fo.

 

Tí kann man spyrja, hvør so skal skaffa atkvøður til Framsókn. Til tað sigur Ruth Vang, forkvinna í flokkinum:

 

– Vit eru ikki komin á mál við uppstillingini enn. So eg bíði við at koma við nøkrum endaligum um listan, sigur hon.

 

Bjarni K. Petersen er samdur, men sigur eisini:

 

– Vit arbeiða uppá at gera ein sterkan lista til býráðsvalið, sigur Bjarni K. Petersen.

 

Vit ætlaðu eisini at spyrja Sólvit E. Nolsøe, hin tingmannin hjá Framsókn, men vit hava ikki fingið fatur á honum í dag.