Tað stendur illa til hjá Moderatunum í Danmark, flokkinum hjá Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharra. Í nýggjastu kanningini, sum kanningarstovnurin Voxmeter hevur gjørt fyri tíðindastovuna Ritzau, standa Moderatarnir til 2,7 prosent av atkvøðunum. Á seinasta fólkatingsvali í 2022, sum var tað fyrsta hjá flokkinum, fingu Moderatarnir 9,3 prosent av atkvøðunum.
Hetta er samstundis lægsta úrslit í eini kanning hjá flokkinum yvirhøvur.