– Hjá okkum er støðan púra greið, vit eru samd um at vera ósamd.
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, tá vit spyrja hann um støðu floksins til at rulla fosturtøkulógina aftur eftir valið.
Hann sigur, at um fólk í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum skulu vera við til at leggja eitt etiskt uppskot fram, so skulu tey í tingbólkinum vera samd um tað.
– Hetta avgjørdu vit í flokkinum eftir rokið sum um fosturtøkulógina, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Spurdur um hann sjálvur hevði tikið undir við einum uppskoti um at rulla broytingarnar í fosturtøkulógini aftur sigur hann, at tað væntar hann ikki.
– Tað er ein óskikkur at rulla lógir aftur, tað dámar mær ikki.
Hann vísir á, at tað eftir valið í 2019 varð tosað nógv um at rulla hjúnarbandslógina aftur, og tá var støðan hjá honum og flokkinum tann sama, at tað fóru tey ikki at gera.
Men ímynda vit okkum, at Sambandsflokkurin kemur í samgongu saman við Fólkaflokkinum og Miðflokkinum, so verður tað ikki ein partur av samgongugrundarlagnum. Og tinglimir hjá Sambandsflokkinum kunnu ikki vera við til at leggja eitt slíkt uppskot fram, uttan so, at semja er um tað í tingbólkinum.
Men verður eitt slíkt uppskot lagt fram – um tað so er av onkrum øðrum – so stendur tað frítt hjá tingmanningini hjá Sambandsflokkin at atkvøða, sigur Bárður á Steig Nielsen, formanni Sambandsfloksins.












