Eftir ein javnan fyrra hálvleik, har munurin á liðunum bara eina ferð var trý mál, men annars bara eitt ella tvey, setti Neistin seg beint eftir steðgin á stórsteypadystin ímóti Stjørnuni.
Hetta bleiv gjørt við fýra málum beinanvegin, so Neistin fór frá hálvleiksleiðsluni 15-14 upp á 19-14, og hóast Stjørnan fekk svarað aftur eitt sindur, var skjótt greitt, at Neistin hevði munin.
Sum seinni hálvleikur leið, hevði Stjørnan ikki orku til at fylgja við, og serliga ta einu løtuna, tá Neistin stórt sæð bara hevði ungar spælarar inni, fleyt spælið øgiliga væl og var ein fragd at síggja.
Tá asvtornaði, vóru 12 mál á muni, og tað endurspeglaði eisini tað, ið sást á vøllinum. Hóast liðini royndu ymiskar spælarar og uppstillingar, var breiddin hjá Neistanum størri, hóast tað plagar at vera so, at Stjørnan styrknar út á veturin.
Neistin-Stjørnan 33-21 (15-14)
Neistin: Barbara Brauer 9, Nicoleta R. Hansen 6, Marjun Danberg 4, Jacklyn Berg 3, Ása Dam á Neystabø 3, Anja Eliasen 3, Bára Hansen 2, Birita Wardum 2, Eir Berg 1
Stjørnan: Durita Christophersen 5, Ema Bezanovic 3, Lovisa Lassen 3, Simona Petersen 3, Durita Mikkelsen 2, Edith Hansen 1, Joan M. Joensen 1, Mona við Neyst 1, Una Olsen 1, Ella Petersen 1