Sterkasta talvkapping Føroya nakrantíð

Talvsamband Føroya og Klaksvíkar Talvfelag skipa fyri Klaksvík International 2008 í døgunum 11. - 18. oktober 2008. Talan er um sera forkunnuga kapping. Ikki minst tí, at talan er um sterkastu talvkapping, sum telvað er í Føroyum nakrantíð ! Meðalstyrkin á luttakarunum er 2429.

Heili 4 stórmeistarar og 2 altjóða meistarar, luttaka, saman við føroyingunum Heina Olsen, Martin Poulsen og Olaf Berg. Telvað verða 9 umfør - ?allir ímóti øllum?.

Serliga spennandi verður, hvørt lokali Heini Olsen megnar at vinna sín triðja og seinasta IM-norm í kappingini - á heimavølli - sum harvið tryggjar honum heitið Altjóða Meistari í Talvi (IM). Evnaríku - ungu havnatelvararnir - Martin Poulsen og Olaf Berg hava somuleiðis møguleikan av álvara at taka av tilboðnum um at byrja IM-leiðina, um úrslitini laga seg eftir vild.

Telvað verður í Klaksvík - ?fimleikahøllini? við musikskúlan. Altjóða dómarin, Arild Rimestad, verður dómari, meðan Finnbjørn Vang, fyriskipari, leiðir kappingina, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Talvsambandinum.