Sterkur politikkur

Innleggið hjá borgarstjóranum, Leivi Hansen, 12.10 í Dimmalætting, har hann mest viðgerð tøl og skuld, var upplýsandi.

Hugaligt er at kunna siga fráfarandi býráðnum tøkk fyri skeiðið og at skuldin er minkað niður um eina álíkning. Hvør, ið skal hava æruna av hvørjum, vil eg ikki blanda meg uppí.

Men uppleggið frá fyrrverandi borgarstjóranum, Poul Mikkelsen 19.10. í Sosialinum var eisini upplýsandi um kommunalu umstøðurnar. Í hvussu er takið eg undir við, at samanlagda kommunan, sum stýrt verður av nývaldum býráði, fer at halda fram at gjalda skuldina niður. Skuldin skal eftir einum áramáli heilt burtur, men samstundis skal skynsamt fyrilit vera fyri, at vinnulívið blomstrar líka frá Argjum og norður í Sundini.

Arbeiðið til allar hendur skal eisini geva rúmd fyri, at øll átrokandi sosial mál saman við øðrum framtøkum við betraðum kørmum og tænastum verða væl og virðiliga loyst fyri borgarin.

Tað var ein sterk politisk avgerð at leggja saman. Samanleggingin skal tæna øllum í kommununi. Framtíðin fer so at vísa, um tað eisini var ein røtt avgerð. Framtíðini varða vit í stóran mun sjálv av, herundir hvussu vit velja og raðfesta 21. november.


Jónas Johnsson

valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum