Steven Gerrard gevst á landsliðnum

Liðskiparin á enska landsliðnum hevur spælt sín seinasta landsdyst

Nú er greitt, at 34 ára gamli Steven Gerrard hevur leikt sín seinasta landsdyst fyri Ongland.

 

Tað boðar liðskiparin hjá Liverpool frá í dag.

 

-         -       Eg havi notið hvønn minutt á enska landsliðnum og eri keddur av, at eg eri komin har til at eg má steðga á landsliðnum. Eg gleði meg tó til at samstarva við enska fótbóltssambandið í framtíðini og vóni at eg kann hjálpa til, har eg kann.

 

Steven Gerrard leikti 114 landsdystir fyri enska landsliðið.