Stevna
Í morgin, leygardagin, verður stór stevna fyri vaskikonur í Havn.
Tað er Tora Tourist Traffic, sum skipar fyri hesum serliga vaskikonudegnum, sum verður í Norðurlandahúsinum og á Hotel Føroyum.
Sámal Bláhamar sigur, at hetta er ein stevna fyri vaskikonum í víðastu merking.
Sostatt er hetta bæði ein stevna fyri tær, sum ið hava tað sum starv, ið vaska. Men hetta er eisini ein stevna fyri tær, sum ikki vaska annað enn tað, sum tær vaska heima við hús.
? Men sjálvandi kunnu menn eisini vera við, sigur Sámal Bláhamar.
Sostatt er hetta rætt og slætt ein stevna fyri øll.
Hesin serligi vaskikonudagurin byrjar spakiliga klokkan 9 um morgunin, tí ið Norðurlandahúsið og fólk kunnu hittast og fáa sær ein drekkamunn við onkrum afturvið.
Sjálv skráin byrjar klokkan 10 við fyrilestrum og undirhaldi, og hildið verður fram til klokkan 14. Tað verður ongin annar enn Ingeborg Vinther, sum fer at seta stevnuna.
Av undirhaldi verður mótasýning. har vaskikonan kann vera ílatin, bæði tá ið hon vaskar og tá ið hon fer í búin aftaná. Og vaskikonan skal eisini lata børnini í og kanska mannin við, so tað verða eisini barnaklæðir og kanska eisini mannfólkaklæðir við.
Somuleiðis fer tann grøni vestminningurin, Finnbogi Joensen, sum hevur lagt stóran dent á umhvørvisvernd, eisini innan reingerð og hann fer at greiða frá sínum royndum. Aðrir fyrilestrar verða eisini, eitt nú fer ein tann dugnaligasti undirvísarin á ferðaleiðaraskílanum í Danmark at undirhalda.
Av tí, at hetta er altjóða arbeiðaradagur, verður høvið tá at fara í býin á 1. maidagshald. Samstundis hava bæði Hotel Hafnia og Sjómansheimi serlig mat tilboð til tey, sum eru við á degnum. Drúgvur leygardagur er tað eisini, so handlarnir hava opið til klokkan 17 og fleiri av handlunum fara esini at hava onkur serlig tilboð til tey, sum eru við á vaskikonudegnum.
Og í annaðkvøld endar tiltakið við vaskikonukvøldið á Hotel Føroyum við alskyns góðum og skemti og undirhaldi. Hvønn fulla tíma verða eisini ymsir vinningar burturlutaðir ogt á ið hákunardrongurin kemur í eygað, ber til at fáa kamar á hotellinum fyri serprís. Men tað er ikki við í prísinum.
?Sostatt eru nógvar góðar grundir at melda seg til dagin. Tilmeldingin til dagin og kvøldið kann fara fram við at betala 430 krónur á konto í Suðuroyar Sparikassa og so verður kontoavritið kvittan fyri tilmelding.
Sámal Bláhamar sigur, at hetta verður sostatt ein dagur, har tað ber til at taka sær av løttum.
Men samstundis er eisini eitt sindur av álvara í, tí tey, sum eru við, fáa sannliga eisini okkurt nyttugt at vita.