Stevnurnar koma ikki av sær sjálvum

- Fólk halda kanska, at ein stevna kemur í lag av sær sjálvum, men afanfyri hvønn bás, hvørt tiltak eru fólk, avgerðir og samskipan, og nógv orka verður løgd í allar smálutir og alt, ið fer fram á eini stevnu, sigur Marita í Lágabø, sum er skótaleiðari og limur í jóansøkunevndini

Mongu summarstevnurnar kring landið eru úrslit av neyvari fyrireiking, og tað eru fólk, ið leggja nógva orku í fyrireikingar og samskipan, eins og praktiska arbeiðið, meðan stevnudagarnir eru.

Marita í Lágabø í Vági, sum saman við manninum Rúna í Lágabø, í mong ár hevur verið skótaleiðari og ein grundstuðul í arbeiðinum hjá skótaliðnum Royndini, er vegna skótarnar limur í jóansøkunevndini í Vági.

- Eg havi verið í nevndini, síðani vit komu heimaftur úr Danmark í 1999. Jóansøkunevnd hevur altíð verið, men arbeiðið hevur ikki altíð verið so skipað, men í ár 2000 avgjørdu vit at skipa okkum betri, so at feløgini í mesta lagi høvdu tvey umboð í part og størsta felag eigur formannin. Feløgini í nevndini eru VB, Vágs Kappróðrarfelag, SuSvim, Skótaliðið Royndin og Jómsvíkingar, sigur Marita, sum sjálv hevur verið virkin skóti, síðani hon var 12 ára gomul.


Broytingar

- Tey fyrstu tivoliini vóru í pakkhúsunum á Løðhamri. Hetta var í sjeytiárunum. Seinni, í áttatiárunum, flutti alt so á bryggjuøkið, og har hevur tað verið síðani, men nú kemur aftur broyting í. Í ár verða allar sølubúðir og líkandi framvið høvuðsvegnum á teimum ymsu stóru parkeringsøkjunum, og so ber heldur til at seta bilarnar á bryggjuøkinum, sigur Marita, ið væntar sær nógv av hesi broytingini.

- Tey flestu, ið eg eri komin á tal við, meta hetta at vera sera gott hugskot og kærkomna broyting. Eisini Vágs Kommuna, sum vit eisini hava eitt avbera gott samstarv við, og fáa so gott sum fríar teymar frá, tó at kommunan sjálvandi er beinasom við vegleiðing og neyðugu loyvunum, sigur Marita.


Koma ikki av sær sjálvum

- Fólk halda kanska, at ein stevna kemur í lag av sær sjálvum, men afanfyri hvønn bás, hvørt tiltak eru fólk, avgerðir og samskipan, og nógv orka verður løgd í allar smálutir og alt, ið fer fram á eini stevnu, sigur Marita í Lágabø.

Jóansøkunevndin fær ikki samsýning fyri arbeiðið, tí her er tað veruliga áhugin, ið drívur verkið.

Marita er eldhugað, tá tað kemur til felagsarbeiðið hjá skótunum.

- Skótarnir hava altíð havt bás, har poppcorn, candyfloss og ballónir eru til keyps, og soleiðis verður aftur í ár, sigur Marita, ið fegnast um góða samstarvið við skótar norðanfjørðs, tá umræður samstarv um t.d. tólini, ið skulu nýtast til poppcorn og anað.

- Í ár skulu vit eisini ansa hoppiborgunum, so tað er nakað nýtt fyri okkum, men tað gongur nokk, sigur Marita, sum í gerandisdegnum rekur handilin Duett í Vági.

Og lítil ivi er um, hvar hon og hennara eru at finna á jóansøku, tí eins og so mong undanfarin ár, so eru tey drívmegin, har skótarnir hava sínar sølubúðir jóansøkudagarnar. Einasta broytingin í ár er, at búðirnar eru ikki á bryggjuni, men framvið høvuðsvegnum.