Stóra steypafinalu vikuskiftið hjá hondbóltinum heldur fram. Í dag verða ikki færri enn átta steypafinalur á altjóða gólvinum í høllini á Hálsi.
Í gjár fingu kvinnurnar hjá Neistanum og menninir hjá KÍF gullheiðursmerki um hálsin. Eisini dreingir 18 hjá H71 vunnu steypagull við sigri á StÍF.
Í dag heldur steypadagurin fram. Ikki færri enn átta steypafinalur eru á skránni. Byrjað verður við finaluni hjá gentum 10, sum verður klokkan 12.50, og hildið verður fram til 19.45, tá seinasta finalan verður, ið er í dreingum 16 millum Kyndil og H71.
Steypafinalur fyri tey yngri:
Sunnudagin 10. feb
Gentir 10: Stjørnan Kyndil: Kl 12.50
Dómarar: Thomas Juul Thomsen og Arnar Dam
Dreingir 10: H71 a Kyndil a: Kl 13.35
Dómarar: Thomas Juul Thomsen og Arnar Dam
Gentir 12: H71 a Neisitin a: Kl 14.20
Dómarar: Ragnar Simonsen og Regin Petersen
Dreingir 12: VÍF a Neistin a: Kl 15.15
Dómarar: Ragnar Simonsen og Regin Petersen
Gentir 14: Kyndil Stjørnan: Kl 16.10
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen
Dreingir 14: Kyndil VÍF: Kl 17.20
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen
Gentir 17: Kyndil Neistin a: Kl 18.30
Dómarar: Niclas Niclasen og Daniel Rapa
Dreingir 16: Kyndil H71: Kl 19.45
Dómarar: Niclas Niclasen og Daniel Rapa