Steypahejtan og KÍF legendan

Teir vóru lykilin til fyrsta gullið hjá kollfirðingum í fremstu deildini. Hóast Óla Kristian Djurhuus spældi sín fyrsta dyst á besta liðnum áðrenn Andrias Nielsen var føddur, so eru steypakempurnar hjá KÍF ikki ólíkar.

Óla Kristian Djurhuus og Andrias Nielsen vóru steypakempurnar hjá KÍF. Annar stóð sum ein múrur í málinum og hin tveitti við múrsteinum.
Aftaná 23 ár í málinum hjá KÍF eydnaðist tað endiliga Óla Kristian at vinna eitt gullheiðursmerki. Hann fekk heiðurin at taka móti steypinum, og angrar ikki í dag, at hann valdi at taka eitt ár afturat.
Í hinum endanum var 22 ára gamli Andrias í stórformi. Hvørja ferð hann kom móti málinum og meddaði til, fór bólturin buldrandi í netmeskarnar. Heili 11 ferðir skoraði vágamaðurin og varð eisini kosin til dagsins spælarin í finaluni.
Á hvør sín hátt fingu teir eina ógloymandi steypafinalu.

Bygdasligir

- Vit eru báðir nokk so bygdasligir, heldur Óla Kristian skemtiliga fyri. Tað er ein lítil tími síðani gullið kom um hálsin, men enn eru allir kollfirðingarnir í høllini og lagið er gott. Nakrir standa við úthurðina og fáa sær fríska luft, meðan aðrir sita í skiftirúminum og slappa av.
Andrias Nielsen kom til KÍF fyri góðum trimum árum síðni og hann trívist væl í felagnum. Serliga er tað samanhaldið og avslappaði lívsstílurin, sum ger at róligi vágamaðurin fellur so væl til.
- Mær dámar eitt nú væl at fáast við seyð, sigur Andrias og leggur afturat, at tey hava seyð í Sandavági.
- Vit eru nokk so líkir sum týpir. Hann er eisini ein lítil kúllur, sigur Óla Kristian flennandi og leggur afturat.
– Eg tími eisini væl at fáast við seyð , ganga í fjøllunum og fara í grind, sigur Óla Kristian.
Hóast teir spæla á hvør sínum plássi á vøllinum, so hava teir báðir brúk fyri eitt sindur av eyka spenningi til venjing. Tá skotvenjing er, so hava Óla Kristian og Andrias eina innanhýsis kapping koyrandi. Skorar Andrias, so má Óla Kristian geva næstu ferð teir fara út, men heldur Óla Kristian hinvegin málið reint, so er tað Andrias, sum má í lumman. Teir eru tó eitt sindur ósamdir um hvør er samanlagt omaná. Meðan Andrias heldur tað vera torført at meta um, so er Óla Kristian meiri greiður í síni meting.
- Tað sigur hann bara tí hann hevur tapt meir enn hann hevur vunnið, sigur Óla Kristian og grínur.

23 ár í KÍF

Óla Kristian spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá KÍF í 1990. Í dag, 23 ár seinni, hevur hann bara umboðað barndómsfelagið, men tað hevur ongantíð eydnast honum at vinna eitt gullheiðursmerki í bestu deildini. Tí mundi tað verða fáur, sum ikki unnaði málverjanum at lyfta steypið upp um høvd.
- Kenslan kann næstan ikki lýsast. Tað er ótrúliga deiligt. Tú fatar tað ikki beinavegin. Tað gongur nokk ein løta áðrenn eg skilji tað, sigur Óla Kristian nú meiri rørdur málinum.
Hann hyggur nú upp í loft og andadrátturin blívur djúpari. Hann tykist brádliga skilja týdningin av sigrinum. Óla Kristian var annars til reiðiar at gevast uttan eitt gullheiðursmerki, tá hann eftir farna kappingarár valdi at gevast.
- Tá var kenslan at tað ikki skuldi eydnast. Men eg veit ikki, so ringir telefonin og so fór eg aftur tvassandi til venjing. Tað eri eg glaður fyri í dag. Hetta er tí tú gevur so nógv fyri ítróttin, sigur skansin í málinum hjá KÍF.
Óla Kristian visti ikki av at tað var hann, sum skuldi taka móti steypinum, men hann hevði tó eina hóming.
- Vit hava ein eitt sindur margháttligan venjara, sum kom og segði við meg, at eg skuldi fara eftir steypinum. Eg visti ikki av tí, men um eg skal verða erligur, so hevði eg eina lítla kenslu av tí, sigur Óla Kristian.
42 ára gamli málverjin hevur verið við allan vegin hjá KÍF, og hevur upplivað uppbyggingina av núverandi KÍF liðnum frá byrjan.
- Tað hevur verið stuttligt at verið við til. Vit hava havt Jan Ottosen, sum hevur fingið skil upp á nøkur ting. Vit vuksu frá hvørjum øðrum og hann fór so sín veg. Síðani kom Jacob Jónsson til og hevur ført tað víðari. Tað hevur verið frálíkt at verið við til, sigur Óla Kristian.
Spurningurin er so um Óla Kristian nú ætlar at gevast, ella um hann hevur fingið mót upp á meir.
- Nú tori eg einki at siga, sigur hann og flennur. - Men eg vóni at hetta er tað seinasta. Tíbetur hava vit fleiri góðar málmenn eisini, men eg komi altíð at ganga og mæla onkustaðni rundan um felagið, leggur hann afturat.

Vektin er eisini ein fyrimur

Andrias Nilsen stendur til at viga 108 kilo í leikskránni. Tað kundi onkur hildið var nógv fyri ein hondbóltsspælara, sum er 188 sentimetrar høgur. Andrias er greiður yvir, at hann kundi
verið lættari, men hann sær ikki vektina sum eina forðing.
- Eg haldi ikki eg orki so nógv verri enn hinir. Eg kundi gott verið lættari og arbeiði upp á tað, men eg brúki tyngdina hjá mær til at bróta ígjøgnum og skjóta mál. So tað er eisini ein styrki og tað haldi eg at eg vísi á vøllinum í dag, sigur Andrias greiður á málinum.
Við sínum ellivu málum var hann klárt besti spælarin á vøllinum. Hann var snøgt sagt ikki til at steðga.
- Men hevði eg verið lættari, so hevði eg helst sloppi undan fleiri skaðum, ásannar bakkurin við kanónskotinum.
Andrias er uppvaksin í Sandavági og spældi fram til 2008 við SÍF. Tá fór hann í skúla í Havn og endar við at spæla við KÍF. Tað er ein avgerð hann er fegin um í dag.
- Her eru allir líka fittir og hava tikið væl ímóti mær. KÍF passar akkurát til mín, sigur Andrias.
Flestu av ungum ítróttaríðkarunum í Føroyum hava ein dreym um at sleppa at royna seg í yrkisítrótti, men fyri Andrias er tað ikki so áhugavert. Hann arbeiðir hjá grannskoðaravirkinum Januar og gongur í kvøldskúla við síðuna av.
- Eg arbeiði nógv og gangi í skúla, og tað gongur eitt sindur út yvir venjing. Eg royni bara at hanga í. Í løtuni hugsi eg fyrst og fremst um arbeiði og skúlan, og so spæli eg hondbólt við síðuna av. Fari eg niður at lesa víðari, so fari eg kanska at spæla har, men tað er ikki nakað eg havi gjørt mær so nógvar tankar um, greiður 22 ára gamli steypavinnarin frá.
Bæði venjarar og fyrrverandi yrkishondbóltsspælarar hava roynt at tosa við Andrias um møguleikan at royna seg uttanfyri landoddarnar, men heldur ikki tað stimbrar hugin.
- Jan Ottosen hevur roynt at tosa við meg, og tað hevur Heini Hanusarson eisini, men eg veit ikki. Eg rokni ikki við at eg hevði kunna komið upp á hægsta stigið. Vit hava spælt í Evropa og har sært tú hvussu góður hinir eru. Um eg skuldi kunna komið so langt, so skuldi eg helst verið farin í skúla niðri, so hevði eg møguliga klárað tað, sigur Andrias.

Skinnaðir steypavinnarar

Undan finaluni avráddu spælararnir hjá KÍF, at teir skuldu raka alt hárið av høvdinum um teir vunnu. Tað gekk eina løtu at fáa gongd á klippingina í skiftirúninum, men so mátti dagsins steypafinalustríðsmaður og toppskjúttin, Andrias Nielsen, ganga á odda.
Tá myndin við honum, steypinum og Óla Kristian er tikið, er Andrias akkurát blivin trimmaður um skallan inn í skiftirúminum. Søgan sigur einki um hvussu nógvir stóðu við lyftið, og hvussu nógvir bakkaðu út, men úrslitið síggja vit helst tá spælararnir koma á vøllini til komandi dyst í landskappingini.
- Tað skal ikki altíð verða álvara, sigur Óla Kristian eina ferð mitt í samrøðuni. Orðini tykjast onkursvega at lýsa stemningin í KÍF leguni væl. Menn hava ikki dreymar um at yvirtaka heimin, men heldur trívast teir í einum avslappaðum og heimligum umhvørvi, har tað eisini skal verða pláss fyri hugna og stuttleika.
Eitt umhvørvi, ið bæði Óla Kristian og Andrias trívast væl í – eisini við einum gullheiðurmerki um hálsin.


Andrias um Óla Kristian:

Hann er tann, sum kann samla alt liðið saman uttanfyri vøllin. Honum dámar væl at spælararnir samlast aftaná venjing og eitt nú spæla kort. Hann er eisini ein, sum sigur tingini sum tey eru. Hongur onkur við høvdinum, so er hann skjótur at tosa við viðkomandi og siga hvat teir kunnu gera øðrvísi. Hann sigur eisini frá, tá verja stendur illa.

Óla Kristian um Andrias:

Eg haldi vit eru nokk so líkir. Honum dámar eisini at fáast við seyð, ganga í fjøllunum og fara í grind. Vit eru somu týpir. Ikki bara tí við kanka líkjast eitt sindur á kroppi, men eisini sum persónar. Hann er eisini ein lítil kúllur.