Steypakappingarnar

Á ólavsøku verða finalurnar í kappingini um løgmanssteypið og í steypakappingini hjá kvinnum



Fyrsti spónurin varð leygardagin settur í kappingarnar. Á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum varð lutur drigin um steypaskránna.

Kvinnur
1. umfar: 1) AB?FS Vágar, 2) NSÍ?Sumba, 3) B68?GÍ og 4) B71?Skála.
Í fjórðingsfinaluni verður spælt soleiðis: 5) KÍ?V3, 6) HB?V2, 7) B36?V1 og 8) VB?V4.
Í hálvfinaluni verður spælt bæði á útivølli og heimavølli. Tá verður spælt soleiðis V6?V8 og V5?V7.

Menn
Innleiðandi umfar: 1) FS Vágar?Royn, 2) ÍF?AB, 3) Sumba?Fram og 4) B71?LÍF.
1. umfar: 5) V3?V4 og V1?V2.
Í bólkaspælinum verða liðini soleiðis flokkað: Bólkur 1: B36, NSÍ, VB og V5. Bólkur 2: GÍ, TB, EB/Streymur og V6. Bólkur 3: B68, Skála, KÍ og HB.
Innleiðandi umfarið í kappingini hjá monnunum er á skránni 16. mars, og tá verður eisini farið undir fyrsta umfarið hjá kvinnunum.