Steypið í Sundalagið

Tað er stórur fagnaður í stóru EB/Streyma leguni kring vøllin í Klaksvík í løtuni.

EB/Streymur hevur fyri triðju ferð tryggjað sær sigur í steypakappingini og harvið atgongd til europeiska kapping um eitt ár.

Einasta málið skoraði Sorin Anghel í 1. hálvleiki.

Sum tað nærkaðist endanum, flutti ÍF fólkið longri fram. Bartal Eliasen snittaði ofta víðari við høvdinum, men tað rakk ikki til upplagdar málmøguleikar.

Størsta málmøguleikan av øllum í síðstu løtu fekk innskifti Hans Pauli Samuelsen hjá EB/Streymi, men fyri opnum máli setti hann bóltin skeivu megin stólpan.

 

Nú verður gjørt klárt til steypahandan!

 

EB/Streymur-ÍF 1-0 (1-0)

Finala um løgmanssteypið 2010

Á vøllinum í Klaksvík fríggjadagin 6. august kl. 18.00

Dómari: Ransin Djurhuus, Andrew Christiansen, Thorvald Petersen og Eiler Rasmussen (4. dómari)

2544 áskoðarar

1-0: Sorin Anghel 25.

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Dánjal Davidsen - Brian Olsen (Pætur Dam Jacobsen, 66.), Pauli G. Hansen, Sorin Anghel (Arnar Dam, 84.) - Gudmund Nielsen (Hans Pauli Samuelsen, 74.), Arnbjørn Hansen, Daniel Udsen

Gult kort: Egil á Bø

Venjari: Heðin Askham

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Poul Ennigarð, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen - Alexander Jovevic (Jan Ó. Ellingsgaard, 65.), Karl Løkin, Fritleif í Lambanum (Dánjal á Lakjuni, 58.) - Nenad Saric, Øssur Dalbúð, Andy Olsen (Frank Poulsen, 65.)

Gult kort: Høgni Zachariassen, Bartal Eliasen

Venjari: Ábraham Løkin

------

 

 

90 min.

1-0

 

4 min. lagdur aftrat!

 

-----

 

 

85 min.

1-0

Arnar Dam er komin á vøllin fyri Sorin Anghel hjá EB/Streymi.

ÍF roynir at trýsta, men tað knípir at koma til upplagdar málmøguleikar. Bestu royndina hevur Karl Løkin havt úr høgru, men bólturin fór dygst við síðuna av nærra stólpanum.

 

Gult kort: Bartal Eliasen ÍF.

 

----

 

75 min.

1-0

Hans Pauli Samuelsen er komin á vøllin fyri Gudmund Nielsen hjá EB/Streymi.

 

----

 

65 min.

1-0

ÍF fremur dupult útskifting. Andy Olsen og Alexander Jovevic út og Frank Poulsen og Jan Ellingsgaard inn.

EB/Strreymur:

Brian Olsen út og Pætur Dam Jacobsen inn.

 

------

 

 

60 min.

1-0

ÍF hevur trupulleikar við at spæla seg fram í síðunum. Dánjal á Lakjuni er settur inn fyri Fritleif í Lambanum. Dánjal er farin í høgra borð, og Nenad Saric er fluttur inn á sentrala miðvøllin.

 

----

 

50 min.

1-0

Tað er eitt sindur deydligt kring vøllin, og intensiteturin á vøllinum er ikki nakað serligur.

 

----

 

45 min.

1-0

Hálvleikur

Nú lýsnar í Klaksvík. Tað er turt, og sólin er ikki so langt burtur!

 

-------

 

 

40 min.

1-0

Tað mesta gongur fyri seg á EB/Streyma hálvuni.

Gult kort Egil á Bø, EB/Streymur.

 

 

30 min.

1-0

Tað er farið at regna í Klaksvík. Í løtuni er eitt sindur størri tyngd í EB/Streymi.

Um reppið at René Tórgarð kiksaði uttanfyri brotsteigin, og at Øssur Dalbúð vann møguleika!

 

25 min.

1-0: Sorin Anghel 25.

Eftir uppspæl og innlegg úr høgru royndi Arnbjørn Hansen seg úr stuttari fjarstøðu. ÍF bjargaði á strikuni, og Sorin Anghel var fyrstur á returbóltinum.

 

Gult kort: Høgni Zachariasen, ÍF

 

---

 

 

20 min.

0-0

Tað gongur javnt á. Bóltførleikin er undir trýsti, tí ferðin hevur verið so høg.

 

--------

 

10 min.

0-0

ÍF hevur fótað sær, og nú eru tað fuglfirðingar, sum hava tak á bóltinum.

Teir hava spælt seg fram til tveir góðar møguleikar.

 

 

-----

 

5 min.

0-0

EB/Streymur hevur verið meiri ágangandi, og Sorin Anghel havt góðan stútara upp um málið.

 

-----

 

Fyrstsa bríkslið hevur verið.

 

 

Lutakastið fyrr í ár lagaði tað soleiðis, at tað er EB/Streymur, sum eigur heimavøll.

Veðrið er fantastiskt at spæla fótbólt í.

Tað er stilt og lýtt, og tað hevur kenst eitt vet úr honum.

Klaksvíkar hornkestur stendur á miðjum vølli, og stílurin um inngongdina hjá spælarunum er sum í útlondum, og sum tað sæst í sjónvarpinum, so leiða teir smádreingir í búnunum hjá teimum báðum liðunum.

Tjóðsangurin er sungin og spældur, og løgmaður heilsar upp á spælararnar saman við fomanninum í FSF Christian Andreasen.

 

EB/Streymur-ÍF kl. 18.00

Finala um løgmanssteypið.

Dómari: Ransin Djurhuus

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Dánjal Davidsen - Brian Olsen, Pauli G. Hansen, Sorin Anghel - Gudmund Nielsen, Arnbjørn Hansen, Daniel Udsen

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Poul Ennigarð, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen - Alexander Jovevic, Karl Løkin, Fritleif í Lambanum - Nenad Saric, Øssur Dalbúð, Andy Olsen