Triðja krimiskaldsøgan hjá Stieg Larsson, ?Luftkastellet, der blev sprængt i luften?, er júst kosin ársins besta skandinaviska krimi
Fyri aðru ferð er ein av bókunum í Millennium tríverkinum hjá svenska krimihøvundanum Stieg Larsson, kosin ársins besta krimi.
Talan er hesuferð um triðju bókina í røðini, ?Luftkastellet der blev sprængt i luften?, ið harvið fær tillutað virðislønina Glaslykilin, sum Det Skandinaviske Krimiselskab letur á hvørjum ári.
Fyrsta bókin í Millennium tríverkinum, ?Mænd, der hader kvinder? fekk eisini Glaslykilin í 2006.
Undan Larsson hevur bert íslendski krimihøvundurin Arnaldur Indriðason fingið Glaslykilin tvær ferðir, tá bøkurnar ?Nordmosen? og ?Tavs som graven? eftir Indriðason fingu hendan heiður í ávikavist 2002 og 2003.
Glaslykilin hevur verið latin síðani 1992