StÍF basti Stjørnuni

Gestinir fóru avstað við øllum, tá Stjørnan og StÍF dystaðust í Elektron-deildini í kvøld

Undan dystinum hevði StÍF einki stig fyri fyrstu tríggjar dystirnar, men hetta varð tó broytt í kvøld. StÍF legði væl fyri, og eftir fyrsta lítla korterið vunnu tær sær eina leiðslu, sum tær eisini hildu fast um allan dystin á tamb. Seinasta korterið av dystinum var um reppið, at Stjørnan fekk togað seg upp á javnt. Men takið kostaði kreftir, og hóast StÍF fekk tvær útvísingar seinastu fimm minuttirnar, so megnaði Stjørnan ikki at gera sær dælt av hesum, men dragnaði ístaðin, so úrslitið broyttist frá 21-23 til 22-26.

 

Besti málskjútti hjá Stjørnuni í kvøld Ana Maria Eceterinescu. Fyri StÍF skutu Rebekka Justinussen og Bára Berhtelsen ávikavist átta og sjey mál.