StÍF hevur veruliga fingið ferð á í Atlantic Airways-deildini í hondbólti.
Í kvøld tóku strandingar móti Neistanum, og her vann StÍF 28-25. Heimaliðið var oman á mest sum allan dystin, og hóast Neistin ongan tíð varð heilt afturúrsiglt, so var talan støðugt um eina leiðslu upp á 2-3 mál.
Sigurin ber við sær, at StÍF nú bara er fýra stig aftan fyri KÍF, sum saman við VÍF tykist hava kós móti FM-finaluni.
Besti málskjútti hjá StÍF í kvøld varð Jógvan G. Joensen, sum skeyt 7 mál. Terji Mørk skeyt 6 av málunum hjá Neistanum.
StÍF-Neistin 28-25 (15-11)