1. deild menn
KÍF-StÍF 18-28 (7-15)
Tá StÍF eftir 10 minuttir fór frá 4-4 og upp á 8-4, var eingin vegur aftur. Kollfirðingar fingu ongantíð aftur fatur á strandingunum, sum bara øktu um leiðsluna, sum dysturin leið.
Mikukvøldið var dystur millum KÍF og StÍF í høllini á Skála, og hóast strandingar sambært skipanini spældu á útivølli hesaferð, so vórðu teir í kendum umstøðum, tí KÍF brúkar høllini á Skála sum heimavøll.
Fyrstu 10 minuttirnar gjørdu bæði liðini fýra mál í part, men so tók StÍF dik á seg, og teir fóru langt fram um KÍF eftir lítlari løtu. Poli Hansen, Arthur Johansen, Jónleif Sólsker og Tummas Johansen gjørdu eftir fimm minuttum fýra fylgjandi StÍF-mál, og so var støðan 8-4.
Og restina av hálvleikinum økti StÍF um støðuna, so hon var 15-7 til teir í hálvleikinum.
StÍF tekur seg fram
Tað kom eingin vend í í seinna hálvleiki, og beinanvegin eftir steðgin gjørdi StÍF tvey mál afturat. Strandingar hildu seg allatíðina frammanfyri við nógvum málum, og tá sjey minuttir vóru eftir at spæla vóru teir frammanfyr 16-12.
Fram móti leikloki minkaðu kollfirðingar munin úr 14 málum og niður í 10.
Hjá StÍF vóru Johansen-brøðurnir, Tummas og Arthur aftur topskjúttar, men eisini spælandi venjarin, Jónleif Sólsker, og Poli Hansen gjørdu fleiri mál hendan dagin. StÍF er nú nummar trý í kappingini, og tað er okkurt sum bendir á, at liðið kann fra at taka seg fram móti oddinum, har VÍF og H71 í løtuni eru stødd.
KÍF hvur tapt fýra av teimum fimm dystunum, sum spældir eru higartil, men teir eru hóast tað eitt stig frammanfyri Neistan, sum enn bert hevur fingið ein javnleik burtur úr sínum dystum.
Í vikuskiftinum verður bert ein mansdystur, og tað er toppdysturin millum VÍF og H71, sum verður spældur sunnudagin