Stig á leiðini

til Iqaluit í Baffinoy í NUNAVUT

 

4. partur

Erling Simonsen


Sunnumorgunin vóru vit øll tíðliga á fótum.

Um vit høvdu hug at fara í kirkju?

Nú er til tað at siga, at vit hava ikki júst okkara føstu gongd í kirkju hvønn sunnudag í árinum. Vit plaga at fara í kirkju, tá ið høvi býðst.

Í uppvøkstrinum havi eg mangan sunnudagin fyrrapartin havt manga ríku løtuna í kirkjuni - ikki av tí, at eg skilti so nógv av øllum tí, sum fór fram. Heldur var tað av tí, at tú skuldi sita har ta tíðina, tað vardi.

Tá tú nú skuldi sita stillur alla tíðina, so noyddist tú at gera okkurt - og tá er tað, at tú fert út at sveima í tínum egna hugaheimi - ikki uttan samband við tað, sum fyriferst rundan um teg, men borið av tí høgtíðardámi, sum valdar.

Hetta man hava verið tað, tey við fremmandaorði kalla meditatión.

Hesar mongu ríku løtur hevði eg ikki vilja verið fyri uttan.

Jú, vit vildu fegin koma við.

Tá ið vit koma vegin fram, síggja vit, at hetta er ikki sama kirkjan, sum útsølan hevði verið dagin fyri.

Henda er rund í gólvflatu og er kúput og opin upp undir tróðrið við ljósi úr ljóaranum í erva. Fastir beinkir eru at sita á, og her munnu rúmast eini 2-300 fólk. Hon man hava fyrimynd í kavahúsinum igloo. Her er ógvuliga hugnaligt inni og tú unnist væl.

Tað, sum undraði meg mest, tá ið vit koma inn í kirkjuna, var at uppliva tann dámin og tann farra av trygd, sum var at merkja. At hoyra og síggja prest og degn og kirkjufólk tosa saman um ymisk viðurskifti.

Í barnaárum mínum var eg vanur við, at í kirkju skuldi eingin tala orð. Um okkurt serliga átroðkandi var á vási, kundi tú í mesta lagi loyva tær at teska. Tá var tað bert prestur, ið hevði orðið - og so deknur tvey orð av og á. Og so skuldu øll hini bara tiga, og annars syngja við, tá ið tey skuldu.

Tað kundi koma fyri, at í einum lítlum barnaknokki fóru onkrir smáir barnatankur at hugsa um , hvat ið mundi farið at hent, um onkur vágaði sær at spyrja um okkurt, sum hann ikki hevði skilt, ella at skifta orð um okkurt - ikki um at tala, um onkur hevði havt hug at mótmæla onkrum.

Nei - slíkt var so óhugsandi, at tað kundi tú ikki so frætt sum loyva tær at hugsa.

Nei, her kendist tað, sum um várharra var komin niður av prædikustólinum ella av tí høgu trónu, har hann annars altíð verður settur, og var komin niður á gólvið til tað vanliga fólkið, har hann var betur førur fyri at geva tí tað, sum tað hevði mestan tørvin á í gerandisdegnum.

Evnið, sum presturin talaði um í prædiku síni, var farisearin og tollarin.

Ikki av tí, at eg havi ikki hoyrt manga góða talu um hetta evnið. Ella kann tað vera av tí, at júst hesin presturin hevði serligar gávur.

Ið hvussu so er, hevði eg ongantíð áður hoyrt prest halda eina meira hugtakandi og hugvekjandi talu enn hesa.

Eg hugsaði við mær sjálvum, at um eg hevði havt slíkt í væntu av prestsins røðarapalli hvørja ferð, so skuldi eg verið fastur fúsur hvønn einasta sunnudag fyrrapart.


HALLOWEEN

31. oktober er stórur dagur hjá øllum børnum í Iqaluit.

Tá hava øll fyrireikað seg - tey hava holað út hesar stóru kúlurundu fruktirnar javnar á stødd við fótbóltar og skorið tær út til ræðumyndir og sett tær í vindeyguni við ljósi í - tey hava hongt ringlandi mannabeinagrindir upp uttanfyri á húsavegginum - tey hava lagt mannaskepilsi uttan fyri dyrnar.

Hetta og mangt annað ræðandi verður gjørt til at taka í móti øllum teimum óhugnaliga ílatnu grýlunum, sum ganga av hurð á hurð alt hetta kvøldið.

Tær ganga á allar dyr, har ljós er síggja í vindeygunum. Um onkur er, sum tímir ikki at taka í móti øllum hesum grýlunum, so noyðast tey at sita í myrkri fyri læstum durum.

Tey, sum ætla at taka í móti grýlunum, hava eisini fyrireikað seg og hava keypt niðurfyri av allskyns góðgæti, so tey hava nóg mikið at geva av. Tí grýlurnar eru nógvar í tali og tær hava allar stórar posar til væntaða fongin.

Tey søgdu fyri mær, at tað mundi ikki vera óvanligt, at eitt húsarhald hevði keypt fyri einar 50 dollarar í góðgæti - einar 2-300 krónur.

Børnini gera nógv burtur úr at mála seg og lata seg í bæði í gekkaskortar og klæðir, so tey verða sum hamskift, júst sum vit kenna tað heima hjá okkum sjálvum.

Abbsasynirnir báðir spurdu, um vit omman og abbin høvdu hug at koma við teimum, nú teir saman við vinmonnum sínum skuldu fara at ganga grýlu.

Tað hildu vit ljóða ógvuliga forvitnisligt og fóru við teimum í myrkrinum og kuldanum.

Vit høvdu latið okkum væl í og bíðaðu uttanfyri, meðan grýlurnar vóru inni hjá fólki og fingu góðan fong í hvørjum húsi, har tær komu á gátt.

Vit fylgdust við grýlunum væl og leingi og duttu til endans inn á gólvið hjá vinfólki dóttur okkara.

Tað var júst í hesum húsinum, at ein maður hevði latið seg í serliga heit klæði og í tí bítandi kuldanum hevði sett seg í ein hvítan plastikk summarstól uttanfyri beint við trappuna.

Har hálvlá og hálvsat hann so sum eitt deytt, og tá ið onkur kom framvið og ætlaði sær inn, tók hann knapliga upp við hondini - tá hvukku tey við og fóru rundan um hann í stórum buga, bæði børn og vaksin.

Tá ið hann endiliga kom inn, hevði hann sitið soleiðis í nakrar tímar.


SPØL

Vit fingu varðhugan av, at her gera tey meiri burtur úr at spæla spøl til ymisk høvi enn vit eru von. Her hugsi eg um innispøl.

Nú er hugsandi, at tað man verða ójavnt, hvussu nógv verður spælt av ymsum spølum eisini heima hjá okkum sjálvum.

Meðan vit vóru her, varð føðingardagurin hildin hjá tí eldra abbasoninum.

Javnaldrar og aðrir gestir vórðu bodnir at koma seinnapartin, og borðreitt var við kakao og ymsum sløgum av saft og sodavatni aftur við nógvum sløgum av bollum og køkum.

Tá ið tey ellivu ljósini vóru blást og sløkt, fóru vit at spæla - bæði vaksin og børn. Versonurin skipaði fyri spælinum og hann dugdi nógv spøl. Summi kendu vit heimanifrá, men ein part høvdu vit ikki sæð fyrr. Tey, sum vunnu fingu eisini vinningar.

Hann sigur fyri okkum, at spøl og leikir er ein týðandi partur av tí gomlu mentanini.

Í skúlanum halda tey, at tá ið børnini verða undirvíst í inuktitut t.e. í upprunamálinum, so skulu tey eisini fáa undirvísing í gomlum leikum, har tað ræður um at vera kimiligur og sterkur.

Skúlinum hevði boðað frá, at eitt kvøldið klokkan seks skuldi vera opið hús, har bæði børn, foreldur og onnur í húsinum vóru vælkomin.

Hetta tiltakið hevði skúlin fingið í lag til frama fyri UNICEF at hjálpa neyðstøddum børnum úti í heimi.

Tá ið vit koma til ásettu tíðina, stendur fólk í longum hala at keypa atgongumerki og merki í ymsum virðum.

Børnini fingu so eitt vist tal av merkjum, sum tey so kundu brúka í staðin fyri pengar til tey ymsu spølini, sum tey høvdu høvi at taka lut í. Vóru tey heppin at vinna, so fingu tey vinningar afturfyri.

Í summum spølum vóru køkur at vinna, og sum vera man, vóru tey spølini eisini væl dámd.

Bæði børn og vaksin spældu dúgliga, hýrurin var góður og øll høvdu tað hugnaligt.

Tað ráddi um at skikka sær væl, meðan tú vart har. Tí áðrenn tú visti av tí, kundu ?løgreglumenn? koma og taka teg og seta teg í ?fongsul? ákærdan fyri at vera ov ófriðaligan t.d. So kundi tú sleppa at sita aftan fyri rimarnar í geglinum einar 5 minuttir.

Mær er sagt, at hetta ?spælið? kann fáa ein meira álvarsligan dám úti í dagliga lívinum.

Fyri 20 dollarar ber tær til at ?leiga? ein løgreglumann, sum ?til stuttleika? kann koma og taka ein vinmann tín ella onkran, tú kennir, og seta hann fastan. Hann kann so sleppa at sita í geglinum eina ávísa tíð, áðrenn hann sleppir útaftur.

Inntøkan fer til okkurt vælgerandi endamál.

Soleiðis ber eisini til at fíggja tiltøk, sum onkur kann haldað verður ov dýrt hjá skattgjaldaranum at gjalda um skattin.

Var tað onkur, sum nú fór at hugsa um fígging av út- og sjónvarpi - ella heilsurøkt?


LÆRA?

Ein og hvør ferð er eitt slag av kanningarferð, hvussu stutt hon so er. Tá ið tú ert á ferð heimaftur og tá tú ert heimkomin, er lívið jú livað ímeðan.

Nú tú hevur fingið kunnleika um onnur viðurskifti, ert tú eisini ríkari og sær lívið við einum øðrum sjónarvinkli, enn tá ið tú fórt

heimanifrá.

Tá ið vit flugu úr Iqaluit í Baffinoy í Nunavut og komu aftur til Kangerlussuaq (Sunnara Streymfjørðin í Grønlandi), var tað sum at koma úr eini higartil ókendari (bretskari ella amerikanskari) verð til eina danska verð.

Ella kanska var eitt vet av føroyskum uppií.

Íð hvussu var, so fekk eg eina kenslu av at vera á heimligari grund - her hittu vit kenningar, sum vit ikki høvdu tosað við í mong ár - vit tosaðu við føroyingar, sum sigldu við grønlendskum bátum og eisini skifti eg orð við danskan starvsfelaga um felags vinfólk.

Ein partur av heimsins navla liggur kanska eisini í Kangerlussuaq.

Umborð á flogfarinum úr Kangerlussuaq til Keypmannahavnar fall eg í prát við ein grønlending, sum var á veg til eina stevnu, har útbúgvingarspurningar skuldu verða havdir á lofti.

Vit komu inn á politiskar spurningar í samband við sjálvstýri og ríkisfelagsskap.

Vit máttu báðir ásanna, at tað var stórt spell at tær royndir, sum í sínari tíð vóru gjørdar fyri at sameina norðurlond í nærri - eisini fíggjarligt - samarbeiði, vóru dotnar fyri bakka.

Vit máttu eisini ásanna, at somu samstarvsviðurskifti

ríkispartanna Grønlands-Føroya- Danmarkar millum kunnu ikki halda fram sum higartil.

Við tí sannroynd í huga, at tað, sum gagnar øllum mest, og tað, sum lond royna mest av øllum, er samstarv - fíggjarligt og politiskt.

Somuleiðis komu vit báðir fram til, at har ríkispartar hava havt samstarv eitt langt tíðarskeið, er tað reiðiliga sjálvsagt, at teir við fullum huga og av øllum alvi broyta og bøta um stamstarvið, til tað er so gott, sum tað kann og skal verða millum javnbjóðis tjóðir - heldur enn at smildra alt sundur.

Vit vóru báðir á einum máli um, at høvdu vit kunna megnað at kvinka samstarvið bara eitt lítið sindur, so hevði tað verið eitt stig á røttu leiðini.op