2. deild
Grannauppgerð var á skránni í Vági, tá sumbingar longu í fyrsta umfarinum vitjaðu. Sumbingar hava í ár gjørt seg nakað út við fleiri nýggjum úlendingum, og við fyrrvernadi VB-leikaranum, Robert Cieslewicz sum venjara, eru vónirnar í øllum førum til eitt pláss heilt ovarliga á stigatalvuni.
Hjá VB eru vónirnar hinvegin heldur róligari, og ivaleyst er tað so, at teir í veruleikanum eru nøgdir, bara liðið megnar at halda sessin í deildini.
Tí var sigurin hjá Sumba nokk ikki heild óvæntaður, men tað tók tó drúgva tíð, áðrenn hesin kundi staðfestast. Nógvi vindurin darvaði spælinum heilt nógv.
Kanska var tað Sumba, sum hevði eina lítla leikliga yvirvág, men hinvegin hevði heimaliðið eisini fleiri møguleikar, men hvørja ferð rendu teir seg í nýggja pólverska málverjan hjá Sumba, sum stóð ein sera góðan dyst.
Og meðan ein pólverji soleiðis forðaði vágbingum í at skora, so vóru tað eisini pólverjar, sum syrgdu fyri einsamalla málinum hjá Sumba. Robert Cieslewicz fangaði ein bólt, meðan VB-verjan snorksvav, og hann gjørdi skjótt av. Kúlan varð send yvir til nýtilkomna Robert Samiar, og hann var eirindaleysur, tá møguleikin beyðst.
Við sigrinum syrgdu sumbingar fyri, at teir í øllum førum hava fingið eina góða byrjan upp á árið, og so er spurningurin, um teir hesa ferð megna at halda fast um oddastøðuna alt árið á tamb.
VB-Sumba 0-1 (0-0)
0-1: Robert Samiar