Stigini skolaði úr Gundadali

Í oysandi regni mátti HB fyri fyrstu ferð fara stigaleyst av heimavølli. Skála nýtti sínar møguleikar, og tvær ferðir skoraðu teir eftir deyðbólt í einum dysti, har spenningurin var størri enn spælið var gott

Hóast oysandi regni og fótbóltsmettuna, sum kanska er um at gera um seg á Skála, høvdu hópin av skálafólki leita sær í Gundadal mikukvøldi. Og mongu havnarfólkini prógvaðu samstundis, at skal tosast um miðvikudystir, so er tað ikki áskoðaratalið, sum skal forða fyri hesum.

Meistaraspæl í eitt korter
Nú var talan sjálvandi eisini um dyst millum tey bæði liðini, sum á pappírinum eru tey sterkastu í landinum í løtuni, og tí var áhugin eisini tað størri. Tvey lið, sum seinastu tíðina hava sýnt, at tey veruliga eru um at koma í snúningar, og eru tey tað, so vita flestu fótbóltshugaðir føroyingar, at tey kunnu sýna nakað av tí besta fótbóltsspælinum, sum vit kunnu uppliva her á landi.
Fyrsta korterið ella so mundi tó vera so sum so við spenninginum. HB'arnir tóktist vera væl betri upplagdir, og settu seg alt fyri eitt so ruddiliga á dystin. Tá spælið gekk, so gekk tað við fullari ferð, og tó at talan eisini var um nakað av sparkaríi, so trivurst vertirnir eisini í hesum. Ikki minst tí Rúni Nolsøe og Kári Nielsen fingu fatur á mest sum hvørjum tí einasta øðrum-bóltinum, sum fall á miðvøllinum, og so kundi HB hvørja ferð byrja nýtt álop.
Veruligar málmøguleikar gjørdist talan tó sjáldan um. Allir fýra verjuspælararnir hjá Skála tóktist standa sera væl á vøllinum, og tó at hóttanin var til staðar, so gjørdist talan ikki um so øgiliga nógv meira enn spæl út á kantarnar og fram móti málinum. Ta einu ferðina mundu viðhaldsfólkini hjá Skála tó halda ondini. Á brotsteigarmarkinum slapp Rasmus Nolsøe at royna seg við frísparki, men hesa ferð eydnaðist honum tó ikki at langa bóltin í kassan, soleiðis sum annars hevur gjørt tað longu fimm ferðir í ár - har av fýra ferðir við frísparki!

Vandamiklir deyðbóltar
Spakuliga kom Skála tó eisini við í dystin. Ikki minst fingu Pauli og Nenad nú fatur á meira á miðvøllinum, og so líðani byrjaðu álopini at ganga báðar vegir. Og brádliga, so kom eisini málið, sum mundi seta alt vestar skýlið í kók.
Í fyrstu atløgu varð talan um eitt av vandamiklu innkøstunum, sum Pætur Dam Jacobsen tveitti inn í HB-brotsteigin. Hornaspark spurdist burturúr, og tá hetta varð sent aftur móti handara stólpa, slapp bólturin at ferðast fram við alt og øllum til heysi á Arnhold Berg, sum stútaði í kasan.
HB'arnir tóktist skelkaðir. Sannførandi avrikið, sum var at síggja fyrsta korterið, var nú púrasta burtur. Mest sum hvørja ferð Skála vann bóltin, settu teir ferð á upp gjøgnum borðini, og tó at opnu møguleikarnir ikki komu, so lág hóttanin um enn eitt mál í luftini.
Og á hálva tímanum kom hetta eisini. Hanus Thorleifsson dróg móti brotsteiginum, tá hann varð feldur. Frísparkið var í góðari støðu, men kanska hevði Bárður Johannesen bjargað skotinum frá Nenad, var tað ikki fyri múrin. Her varð bólturin avrættaður, og so var HB-málverjin fullkomuliga seldur. HB var aftan fyri 2-0 í egnari holu, og fyrstu stigini hjá Skála í Gundadali móti HB tóktust av álvara at vera í eygsjón.

Skjótt aftursvar
Tað var tó skjótt, at HB svaraði aftur. Skála-verjan snorksvav, tá bólturin fór út til innkast. Heldur enn at fara eftir bóltinum, sum fór útav, fingu teir hjá HB bóltdrengin at geva sær ein nýggjan, soleiðis at innkastið kundi takast skjótt.
Rókur dróg framvið sovandi verjuni, og tá hann legði flatt út frá kundi Rúni Nolsøe við eini harðari innsíðu skjóta HB upp á 1-2.
Sálarliga eitt sera gott tíðspunkt hjá HB at skora uppá, men tað gjørdist tó ikki talan um nógv meira enn hóttanina við hesum.

Tannleyst trýst
Tí veruleikin tóktist vera, at meistararnir vóru ov skelkaðir til veruliga at koma ígognd aftur. Hóast tað enn var heilur tími eftir at spæla, so fingu teir ongantíð vanliga spælið ígongd aftur. Heldur varð stútt og støðugt roynt við longum bóltum niðaneftir. Bóltar, sum í stóran mun vóru sera truplir hjá áleyparunum at arbeiða við, ella sum Skála-verjan fekk ruddað burtur.
Og sama myndin helt sær eftir steðgin. Sera einstáttað royndi HB seg longum bóltum niðan. Og tó at tað var um reppið at geva úrslit, tá Hans á Lag stútaði á stólpan, so var tað sera fátæksligt, sum kom burturúr hesum.
Skála hevði í sín lut okkurt upptrekk til kontra-møguleikar, men mest sum hvørja ferð var seinasta sendingin óneyv, og so spurdist heldur einki burturúr tann vegin. Teir vóru annars nær við, tá Kári Nielsen í brotsteigarhorninum sópaði beinini undan Hanusi Thorleifsson, men hóast væl staddi linjuverjin hevði flaggið á lofti, so lat dómarin spælið koyra víðari.
Og seinasta korterið gjørdist alt meira greitt, at her hugsaði Skála bara um at verja leiðsluna. Ikki minst kom hetta til sjóndar, tá teir við hornasparki móti endanum bara høvdu tríggjar mans frammi.
Tí gjørdist talan sjáldan um tað vakra fótbóltsspælið móti endanum, men endamálið varð tó rokkið. Skála togaði seg til ein sera týðandi sigur, sum fyrst og fremst syrgdi fyri, at teir aftur komu veruliga inn í oddastríðið. Men hartil mundi hesin eisini við sjey-tumma seymi sláa fast, at talan veruliga er um eitt lið, sum roknast skal við.