Stigini skola í Skála sekkin

Hesa ferð spældu skálamenn seg til fulla úrtøku ímóti klaksvíkingum, sum ikki funnu rætta hugburðin og ikki fingu samanspælið at rigga

Fótbóltur

 

Krepputosið og hóttanina um niðurflyting sást einki til á Skála sunnudagin. Í hvussu so er ikki hjá heimaliðnum. Skálamenn eru eftir trimum vikum broyttir frá flokki av trilvandi einstaklingum við lítlum sjálvsáliti og til væl samanhangandi lið, ið er eyðkent av spæligleði og stórum sjálvsáliti, sum kemur til sjóndar í, at spælararnir flyta seg væl og nógv, bjóða seg til og fegnir vilja hjálpa honum, sum hevur bóltin. So stóra ávirkan hevur venjaraskiftið á Skála havt!

Hjá klaksvíkingum er mynstið, sum tað hevur verið. Teir arbeiða við fullari ferð aðru hvørja ferð, og aðru hvørja ferð er hugburðurin ikki nóg góður og harvið leikliga avrikið ikki tað, sum tað kann roknast við av liði, sum fegið vil vera við, har tað er stuttligast at kappast.

Skála skoraði málið, sum tað eftir dystarenda vísti seg at hava virði av trimum stigum, tá ið 20 minuttir vóru farnir. Teir báðir Skála spælararnir, sum meiri enn nakrir aðrir vóru profilarnir á heimaliðnum, vóru meistarar fyri málinum.

Alexandur Johansen, sum í útgangsstøðuni var miðvallari í vinstru, men reikaði heilt nógv, sneiddi framvið fleiri. Eftir kontra støkk bólturin til Paula G. Hansen, sum úr 20 metrum sendi upp um eitt sindur uttarlaga stadda og ikki heilt sakleysa KÍ málverjan og dygst undir tvørtræið.

 

Pauli við aftur

Tríggjar tær fyrstu ferðirnar eftir at John Petersen fekk um stýrisvølin á Skála, var uppstillingin hvørja ferð tann sama. Tað bar eitt nú við sær, at liðformaðurin, Pauli G. Hansen, hevur sitið á beinkinum og bara hevur spælt seinna partin av 2. hálvleiki.

Hesa ferð var neyðugt at broyta uppstilling. Arnhold Berg var ikki førur fyri at spæla, og so varð pláss fyri liðformanninum. Poul Poulsen varð fluttur av miðvallarplássinum í høgru og aftur á vinstra vongverjan, Levi Hanssen varð fluttur av sentralum plássi á miðvøllinum og út í høgru, og harvið var pláss fyri generalinum og liðformanninum undir liðini á stríðsmanninum Pæturi Dam Jacobsen mitt á miðjuni.

Pauli G. Hansen tók av møguleikanum. Eitt er, at hann skoraði sigursmálið. Hin parturin er, at hann í sínum eyðkenda stíli fangaði eina rúgvu, bakkaði væl upp og dugdi væl at stýra.

Útlendingarnir í fremstu røð – Kaplanovic og Oby - arbeiddu nógv, og bæði undan og eftir steðgin komu teir til upplagdar málmøguleikar, men teir megnaðu ikki at fáa mál. Eina ferð misskiltu teir hvønn annan í upplagdari støðu, og í síðsta minutti bjargaði KÍ málverjin sera væl.

 

Aldudalurin

Meðan Skála er á aldukambinum og við sigrinum tók seg framum KÍ, so vísti avrikið hjá klaksvíkingum, at har er ikki væl vorðið.

Trupulleikar vóru í miðverjuni, vongverjarnir vóru ongantíð við í uppbyggjandi spælinum, royndirnar at samanspæla tætt miseydnaðust, tí møguleikarnir fyri stuttum sendingum vóru fáir og neyvleikin lítil, og so varð ofta roynt við longum og vónleysum sendingum úr aftastu og fram í fremstu røð.

Løtuna undan einasta málinum tóktist tað sum um, at KÍ hevði viljan at samanspæla. Kristian á Lakjuni var sjónskur sentralur miðvallari, og í fremstu røð stríddist Paul Clapson støðugt.

Í 2. hálvleiki, tá ið KÍ slepti í verjupartinum, høvdu teir eina forkølaða skotroynd ímóti málinum og tveir stútarar, sum fóru omanfyri. Skála verjan las spælið væl og uppgávan broyttist ongantíð, tí KÍ broytti lítið og einki.

Fýra dystir, tólv stig og gott lag á Skála. Í Klaksvík hava teir skavað tíggju stig saman, og tað er væl skiljandi, um lagið eftir ferðina út á Skála ikki er nakað serligt.