Køld luft við vetrarælum streymar framvegis inn yvir Føroyar av norðanætt. Tíðliga í komandi viku troka brúgvaløg og lýggjari veður seg inn yvir oyggjarnar av vestri.
Í dag verður lot til andøvsgul av landnyrðingi og eystri, 3 til 8 m/s, turt og onkrir sólglottar og hitin um 2, 3 stig. Í nátt fellur hitin niður í 3 kuldastig til 2 hitastig.
Í morgin verður lot til andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 3 til 8 m/s, út á dagin verður regn. Sólglottar og okkurt kavaæl. Hitin um dagin um 3 stig, um náttina millum 3 kuldastig og 2 hitastig.
Sunnudagin verður sum frá líður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 5 stig. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, og tað verður regn ella vátaslettingur. Hitin upp í 5 stig.
Mánadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum út á dagin snarar í ein útsynning og vestan og verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Um náttina verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, 2 til 5 m/s. Skýggjað og fyrrapartin regn, seinni turt. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.
Týsdagin verður lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s, sum øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, eitt bil upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn ella ælaveður. Hitin millum 2 og 7 stig.
Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Um náttina snarar hann í ein norðan og landnyrðing og øtlar vindin upp í 10 m/s. Yvirhøvur turt og samdrigið. Hitin millum 2 og 5 stig.