Hondbóltur
Tað varð sagt undan dystinum ímillum Kyndil og VÍF, at klassikarin í førloyskum manshondbólti ikki longur er tað, sum hann onkun tíð hevur verið. Fyri fáum árum síðani var hesin dysturin aloftast tann, sum hevði størstan týdningin fyri plaseringina av FM-heitinum, men soleiðis er tó ikki longur.
Spennandi í 20 minuttir
Ein klassikari er tó ein klassikari, og hóast øll mundu rokna við einum gulum sigri hesaferð, so var høllin á Hálsi mest sum fullsett, tá farið var í holt við mansdystin.
Fyrstu løtuna sá eisini út til, at mongu áskoðararir skuldu fáa nakað av spenningi fyri atgongumerkini.
VÍF var kanska liðið, sum byrjaði betri, men tó at gestirnir tóktust hava betri glið í spælinum, so megnaðu teir ikki at draga frá Kyndli, sum í einum sera væl uppløgdum Jónleif Sólsker alla tíðina fekk hildið fast um málskjótingina.
Tað lá tó alla tíðina í luftini, at um annað liðið skuldi draga frá, so fór hetta at vera VÍF. Teir tóktust fyrst og frems at nýta nógv færri kreftir enn Kyndil hesa fyrstu løtuna, og harafturat bar bonkurin greið boð um, at skuldi útskiftingar gerast, so fingu vestmenningar snøgt sagt gjørt hetta uttan at gera liðið veikari, meðan hópurin hjá Kyndli hinvegin tykist rættiliga tunnur. Ikki minst tá ein somikið týdningarmikil leikari sum Janus Einar Sørensen framvegis sat skaddur uttanfyri.
Seinastu løtuna undan steðginum gav hetta eisini at bíta, tá Vestmenningar spakuliga togaðu seg burtur frá Kyndli, og hóast tað framvegis vóru 30 minuttir eftir at leika, so hevði tú varhugan av, at dysturin mest sum var avgjørdur.
Johan stóð stinnur
Í seinna hálvleiki syrgdu gestirnir eisini fyri, at talan ongan tíð aftur gjørdist um veruligan spenning. Teir spentu seg kanska ikki so øgilga nógv út, men hinvegin helt verjan alla tíðina stutt tjóður í mótstøðuni, og tá kyndilsvenjarin nú eisini mátti steðga úti á beinkinum fleiri ferðir við eini eymari øksl, gekst illa at skjóta málini, sum skuldu til, um nøkur vón skuldi vera fyri at halda fast í gestunum.
Í løtum var tað enn tá soleiðis, at VÍF veruliga hótti við at geva Kyndli eitt rættuligt sorl, og tað var sum so bara ein orsøk til, at hetta ikki eydnaðist. Johan Danielsen, sum annars hevur verið skaddur higar til í vetur, var við í kyndilshópinum hesa ferð, og tá Lars Black týðiliga var darvaður av sjúkralegu sínari, var tað Johan, sum stóð í málinum størsta partin av dystinum, og hetta gjørdi hann eisini framúr væl.
Ikki minst mundi Sámal Joensen iðra seg um, at talan ikki gjørdist um fleiri mál, tí hóast stóri vestmenningurin gjørdist toppskjútti við 11 málum, so hevði hann møguleikar til heilt nógv afturat, men sum sagt, so forðaði Johan fyri hesum.
Hava talentið
Sum sagt, so var tað í seinna hálvleiki ikki tann stóri spenningurin um, hvønn veg dysturin skuldi koppa, men hóast Kyndil við hesum fekk staðfest, at teir neyvan gera seg galdandi í oddinum í ár, so hevur liðið higartil prógvað, at teir heldur ikki vera nakrir sjálvsagdir stiggevarar til oddaliðini.
Evnaríkir leikarar hava ongan tíð verið ein mangulvøra hjá felagnum, og tað er einki at ivast í, at um felagið megnar at halda fast um verandi leikarahópin, so er einki at ivast í, at teir eisini í framtíðni fara at hava eitt orð at siga í føroyska hondbóltsoddinum.
Í løtuni er stóri trupulleikin tó, at liðnum tørvar royndirnar, sum skulu til, um tú skalt gera teg galdandi, men hesar kunnu so bara koma á tann hátt, at leikararnir sleppa at spæla dystir. Har afturat hava skaðar gjørt seg galdandi, men hesir halda neyvan á fram í allar ævir, og við einum fullmannaðum hópi og kanska onkrum afturat, fer Kyndil heilt víst at skapa ónáðir fyri okkurt av teimum liðum, sum hava ætlanir um at vera í oddinum.
Ógreið støða
Viðvíkjandi vónini um heiðursmerkir, so er støðan eitt sindur øðrvísi í Vestmanna. Hvørki leikarar ella áskoðarar lata seg vanliga lynda við nøkrum minni enn gullmerkjunum, og soleiðis tykist eisini vera í ár.
Bulurin á liðnum er eisini á leið hin sami, sum í fjør vann fullmerkini í einaráðani stíli, so í so máta er einki at ivast í, at liðið aftur í ár er fremsta evnið til oddasessin,. Higar til hava teir tó ikki havt so øgiligan tørv á at vísa styrki sína, men dystirnir hava tó borið prógv um, at standurin er so hampuliga góður.
Undan kappingini varð tó roknað við, at missurin av teimum báðum kviku vongspælarunum, Martin Hummland og John Zachariassen, kundi gerast stórur, men hvørki KÍF, StÍF ella Kyndil hava higar til megnað at sett ljós á hendan veikleikan. Tað er nú heldur ikki vist, at talan er um nakran veikleika, tí við Haraldi Bjørgvin og Johnny Joensen hevur VÍF framvegis sera gott fólk á vongsessunum. Enn hava teir tó ikki roynt seg móti teimum liðum, sum í ár hava eins stórar ætlanir sum vestmenningar um at gera seg galdandi, so ivleyst verður spennandi at vita, hvussu leikur fer næstu vikurnar hjá vestmenningunum.
Eftir at teir fyrst skulu taka ímóti Tjaldri, verða teir báðir næstu dystirnir móti Neistanum og H71, og eftir hesar ber helst betri til at gera eina meting av, hvørt VÍF aftur í ár skal sópa alla mótstøðu til viks, ella um leikararnir nú veruliga skulu spenna seg út, um gullmerkini skulu endurvinnast.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil: Jónleif Sólsker 8(3), Høgni Klein 3(1), Hanus Kúrberg 2, Josef Abrahamsen 2, Leif Mikkelsen 2, Ragnar Simonsen 2, Regin Johannesen 2, Pætur Dahl 1
VÍF: Sámal Joensen 11(3), Ingi Olsen 7(1), Áki Olsen 4, Petur Fram Joensen 3, Agnar Joensen 2, Johnny Joensen 2, Rógvi Nielsen 1, Ragnar Zachariasen 1
Brotskøst: Kyndil 4, VÍF 6
Útvísingar: Kyndil 4, VÍF 2
Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen & Kristian Johansen. Høvdu ikki stórvegis trupulleikar av dystinum, sum hinvegin heldur ikki var so øgiliga hart spældur, sum slíkar uppgerðir ofta plaga at verða.