Í gjár varð ein trukkur stolin frá skipasmiðjuni hjá Mest í Havn. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at ivaleyst hevur onkur gloymt at taka lykilin úr trukkinum, og tí var lætt at sleppa avstað við honum.
Les eisini: Eldur í sethúsum í Trongisvági
Viðkomandi koyrdi nakrar hundrað metrar og rendi síðani á ein garð. Løgreglan sigur, at tey enn ikki vita, hvør fór avstað við trukkinum.
Les eisini: Bussur fór av vegnum