Stjóramóttøka

Mikudagin í farnu viku beyð Føroya Sparikassi til móttøku í sambandi við, at báðir nýggju stjórarnir nú eru farnir til verka, og nógv fólk nýttu høvið at støkka inn á gólvið og heilsa uppá

Í februar mánað kunngjørdi Føroya Sparikassi, at nýggj leiðsla var sett

Eyðun á Rógvu Olsen var farin frá sum forstjóri av heilsuávum og í hansara stað var Marner Jacobsen settur.

Marner Jacobsen er ikki ókent andlit í Sparikassanum, hann hevur verið í starvi har í fleiri ár, og hann tók við starvinum 1. marts í ár.

Sum nýggjur stjóri varð Bjarni Olsen settur. Bjarni starvaðist sum stjóri á Hagstovu Føroya tá hann var settur í starv, og tí gekk ein tíð áðrenn hann kundi fara til verka í nýggja sessinum.

Tann 1. mai í ár, sessaðist Bjarni Olsen so í nýggja stólinum við Tinghúsvegin og nú hevur Sparikassin so aftur tveir stjórar.

Mikudagin í seinastu viku beyð Sparikassin so til móttøku fyri teimum báðum nýggju stjórunum.

Nógv fólk var komið saman fyri at heilsa uppá og ynskja teimum góða eyndu í nýggja starvinum, og millum teirra sum nýttu høvið til at heilsa uppá teir báðar, vóru bæði samstarvsfelagar og kappingarneytar. Um teir hava givið teimum góð ráð vita vit kortini ikki ...