Stjórar fingið sekkin

Myndugleikarnir í Ukraina hava gjørt av at geva stjórunum á kjarnorkuverkinum Tjernobyl sekkin, skrivar AP.

Síðani vanlukkuna á verkinum í 1986 hevur Ukraina fingið nógvan pening frá altjóða samfelagnum til at skipa fyri ymsum trygdartiltøkum, sum skulu forða avleiðingum av vanlukkuni. Men sambært myndugleikunum í Kiev hava stjórarnir á Tjernobyl ikki verið nóg dugnaligir.

Aljóða hjálpin skuldi millum annað brúkast til at byggja eina verju rundan um tann reaktorin, sum sprongdist í 1986, men sum skilst er hetta ikki gjørt enn ella í hvussu er ikki liðugt, skrivar AP. Tí eru stjórarnir koyrdir til hús.