Stjórin krevur 840.000 krónur

Meðan øll starvsfólkini hjá Dimmalætting vórðu givin upp fyri skutil, varð Árni Gregersen settur í starv í nýggja felagnum við 70.000 krónum í løn um mánaðin og við eini uppsagnartíð upp á eitt ár

Jón Brian Hvidtfeldt

Løn í 12 mánaðir. Tað er krav­ið frá Árna Gregersen, stjóra í D Media, sum er nýggja felagið, sum eftir ætlan hjá Árna Gregersen og Eyðfinn Reyðberg skuldi geva Dimma­lætting útaft­ur, eftir at virksemið hjá Dimma­­lætt­ing steðgaði 13. septeber í ár.
Sama dag stovnaðu teir nýtt felag, nevnt D Med­ia, sum dóttirfelag hjá Dimma­lætting.
Hetta nýggja felagið yvir­tók alt innbúgvið, allar teld­ur og servarar og nøvn­ini Dimmalætting, Bering, biz.fo og Færø Amtstidendes Bog­trykkeri og domennavnið www.dimma.fo. Eftir í gamla felagnum var øll skuld­in og øll lønarkrøv­ini hjá starvsfólkunum, sum sam­bært fyribilsuppgerð hjá fyribils bústjóranum er upp á 4.000.000 krónur. Í skifti­rættinum í gjár kom fram, at krøv­ini verða væl hægri, tá enda­liga uppgerðin verður lið­ug.
Einasti lønarsáttmáli, sum varð fluttur úr gamla fel­ag­num, sum er farið á heys­in, er sátt­málin hjá Árna Gregersen, stjóra og ábyrgd­ar­blaðstjóra, upp á 70.000 krón­ur um mánaðin. Hann var eisini tann einasti, sum varð settur í starv í nýggja felagnum, D Media, har hann helt fram við sama sátt­mála. Tá stjórin hevur eitt ára upp­sagnartíð, so hevur hann sett krav fram um, at hann skal hava 840.000 krónur úr nýstovnaða felagnum, sum hann var stjóri fyri frá stovn­an 13. september 2013 til seinni í mánaðinum, tá hann verð­ur koyrdur frá aftur, og fyribils bústjórin, Sigmund Poulsen, advokatur, tekur yvir.
Sambært tí, sum bústjór­in upplýsti í rættinum í gjár, so má nýggja felagið eis­ini krevjast konkurs av hesum stóra lønarkravi, sum fyrr­verandi stjórin hevur sett. Fel­agið hevði 80.000 krónur í stovnandi partapening­ini, sum stóð á bók. Men eftir at advokaturin, sum hjálpti gomlu eigarunum at stovna felagið, hevði fingið sítt, vóru nakrar og 40.000 krónur eftir. Bústjórin hevur brúkt meg­inpartin av teimum peng­unum at flyta og hýsa út­gerðina, sum stóð í leigaðu hølunum hjá Dimmalætting í Niels Finsensgøtu í Havn. Tí eru eingir pengar eftir, upp­lýsti Sigmund Poulsen í skiftirættinum.

Lesið meira um frá­greið­ing­ina, sum Sigmund Poul­sen, advokatur, hevur skriv­að um viðurskiftini í Dimma­lætt­ing-samtakinum, og sum varð løgd fram í Skifti­rættinum í týsdagin, á síðu 8.