Hálvi føroyingurin Gunnar Mikkelsen gjørdist av álvara kendur, tá hann gjørdi Guðruni Sólju Jacobsen eftir og vann kappingina Stjerne For en Aften á Danmarks Radio. Við egnum tolkingum av løgunum Why Does It Always Rain On Me hjá Travis og The Scientist hjá Coldplay vann dámligi ljóshærdi drongurin nógv hjørtu. Meðan siðbundin popprokkur, soul og reindyrkaður poppur vóru dominerandi í kappingini, var Gunnar sum eitt frískt lot. Hansara fyrsta fløga The Best Piece Of Advice Always Comes A Little Too Late, varð eisini væl móttikin, ummælini vóru sum heild góð, og lagið Haunted Honeymoon var nógv at hoyra í donskum miðlum, umframt, at tað eisini varð spælt nakað í USA.
Danskir miðlar vóru skjótir at spáa Gunnari eina stóra framtíð og vístu á, at her kundi talan vera um okkurt annað enn vanligu døgnflugurnar, ið Stjerne For En Aften hópframleiddi. Men hvussu er og ikki, so hevur lítið og einki verið at hoyrt til Gunnar seinastu árini, vitjar tú heimasíðu hansara, sært tú at seinastu tíðindi eru løgd út í mai 2005. Men fyri føroyingar gerst Gunnar aftur aktuellur í kvøld.
Hann spælir í kvøld, fríggjakvøldið og leygarkvøldið á Manhattan.