Stjørnan vann við trimum málum, tá VB vitjaði í Klaksvík seinnapartin. Úrslitið var 24-21.
Heimaliðið var við yvirlutan allatíðina, men tað skrædnaði ongantíð av álvara millum liðini. Miðskeiðis í seinna hálvleiki var støðan 18-17, men nærri sigrinum kom VB ikki.
Stjørnan er fremst við 32 stigum. Tjaldur, sum er nummar tvey við 30 stigum, spælir týskvøldið móti StÍF á heimavølli. Neistin, sum er nummar trý við 28 stigum, spælir í morgin á heimavølli ímóti VÍF.
Øll liðini hava spælt 19 dystir.