Toppur og botnur møtast í KÍ-høllini sunnudagin, tá ið Stjørnan tekur ímóti StÍF. Gongdin hevur verið sera góð hjá Stjørnuni í nýggja árinum. Tríggir sigrar á rað í landskappingini og tveir sannførandi sigrar í steypakappingini hava ført við sær, at liðið hevur lagt seg á ovastu rók í landskappingini og er komið í steypafinaluna.
Hjá StÍF hevur ikki gingið eins væl. Eftir seks ósigrar á rað bragdaði tó aftur seinasta vikuskiftið, tá ið Kyndil var á vitjan, og nú eru strandakvinnur eisini komnar av aftasta plássi. Hóast hetta, so er Stjørnan stórfavorittur undan dystinum, sum verður í Klaksvík sunnudagin.
Stjørnan hevur eisini havt takið á StÍF í hesum kappingarárinum. Í næsta dysti í hesum kappingarárinum spældu liðini fyrsta innanhýsis dystin á Skála, og tá var um reppið, at StÍF fór avstað við øllum. At enda dró Stjørnan tó frá og vann trygt. Í næsta dystinum var eingin ivi. Tá vann Stjørnan stórsigur í Klaksvík, og nú er spurningurin, um StÍF fer at hava nakran møguleika sunnudagin.