Neistin-Stjørnan 25-25 (14-14)
Tað var um reppið, at Stjørnan fyri aðru ferð á rað mátti av vøllinum sum tapari, tá tær í dag vitjaðu hjá Neistanum.
Eftir ein truplan fyrra hálvleik tóktist Stjørnan annars hava fótað sær, tá tær tíðliga í seinna hálvleiki komu upp á 17-14.
Men Neistin vildi ikki sleppa. Ikki minst vísti nýggi spælarin hjá liðnum, Stine Mikkelsen, framúr taktir, og bara fimm minuttir fyri leiklok vóru tær bláu á odda við trimum málum.
Tær megnaðu tó ikki at halda høvdinum nóg kalt. Tvær ferðir vórðu upplagdir møguleikar misnýttir, og so eydnaðist tað hjá Stjørnuni at toga sær eitt sera týdningarmikið stig við heimaftur.
Fyri Neistan skoraði Trine Mayland 8 mál. Simona Petersen skoraði 11 av málunum hjá Stjørnuni.